Bloggur

iPhone er fyri tey ríku

Á heimasíðuni ourmobileplanet.com finnast tøl um brúk av fartelefonum í ymsum londum. Hyggja vit at fartelefonini iPhone, so síggja vit, at marknaðarparturin økist tess ríkari íbúgvarnir eru. Búskapar- og brúkaratølini fyri Føroyar stava frá Hagstovuni og statcounter.com.

TED-Ed ger tað nú lættari at bjóða frálæru á alnetinum

Sí video, við TED-Ed er tað nú lætt at snikka saman undirvísing á alnetinum, við at velja út við YouTube-videoir, leggja spurningar afturat og so bjóða tað út til næmingarnar at hyggja at og svara uppá. Les Engadget.

MIT mennt myndatól sum sær runt horn

Áhugaverd tøkni her mennt av MIT, har eitt serligt myndatól kann taka myndir runt um eitt horn við at senda lasaraskot á veggirnar og so avlesa reflektiónirnar sum verða sendar aftur. Sí PetaPixel.

IBM væl á veg við kvantutelduni

Vísindafólk á IBM hava nýliga kunngjørt at tey hava framt eitt gjøgnumbrot innan kvantuteld, sum kann loyva verkfrøðingum at byrja arbeiðið at gera eina veruliga prototypu í nærmastu fortíð. Kvantuteld er tað at fara frá bara 0 og 1 í teld, til at kunnu hava virði eisini ímillum hesi bæði virði.

Planta vaks úr frukt sum íkorn gróv niður fyri 30.000 árum síðani

Russisk vísindafólk hava fingið eina plantu at vaksa og blóma burtur úr eini lítlari, myrkari frukt sum eitt artiskt jarðíkorn gróv niður í norðureystur Sibiria fyri 30,000 árum síðani. Fruktin frysti beinanvegin og hevur síðani ligið væl varðveitt í permafrost har, og vísindafólkini endurskoða tí nú týdningin av hesum frystu (og tiðnandi) økjum sum ílegukeldur frá fyrndini av. Les PopSci.com

Amerikanarar menna masku til viðgerð av brunasárum

Hetta ljóðar sum reint 'science fiction', men granskarar á UT Arlington ætla saman við serfrøðingum í amerikanska herinum at hava eina masku klára kanska longu í 2017, sum kann viðgera sjúklingar sum stríðast við brunasárum í andlitinum. Við eini harðari flatu uttaná sum verju, og tøkni innaní til at veita stamkyknur og annað gott til skaðarakta økið. Les t.d. Engadget.

Nú kunnu vit gera bio-olju burtur úr tara

Giant KelpEin verkætlan á Bio Architecture Lab í Berkeley hevur mennt eitt serligt slag av bakteriu, sum kann eta og umgera brúntara til etanol. Hetta er slóðbrótandi, við tað at tari er ógvuliga skjótt vaksandi, og ikki á sama hátt sum plantur á landi krevja landbúnaðarøki sum annars kundi verið nýtt til matvøruframleiðslu. Tað er ríkiligt til av brúntara, og sløg sum t.d. 'giant kelp' kunnu vaksa við so nógvum sum einum metri um dagin. Les RTCC.org.

Ik Kyo Chang and Jin Ae Lee, Pusan National University from Responding to Climate Change on Vimeo.

Valstøð litaði eftir størstu flokkar

Her eru tvey kort av valstøðunum í Føroyum, sum eru litaði eftir hvørjir flokkar fingu flestar atkvøður í valstøðunum eftir løgtingsvalið í 2011 og 2008. Fólkaflokkurin er grønur, Sambandsflokkurin er bláur, Javnaðarflokkurin er reyður, Sjálvstýrisflokkurin er appelsingulur, Tjóðveldi er gulur, Framsókn er ljósareyður og Miðflokkurin er violettur. Har tveir flokkar hava fingið eins nógvar atkvøður, fær tann flokkurin, ið hevur haft størstu framgongd ella minsta afturgongd, litin.

2011 2008

Google Body er nú (open-source) Zygote Body

3D-modellið Google Body var upprunaliga eitt av hesum sjálvvaldu projektunum sum starvsfólk á Google sleppa at brúka 20% av sínari arbeiðstíð til at spæla við, og varð so síðani avviklað aftur at Google sjálvum í fjør. Nú er kotan latin út til øll at nýta sum 'open source' sí t.d. www.zygotebody.com. Les Open Source at Google

Kanska er ílegubroyttur matur ikki so vandaleysur allíkavæl

Kinesiskir granskarar hava funnið smáar leivdir av microRNA í blóðinum og gøgnunum á menniskum sum eta rís, ið merkja at vit kanska ikki 'bara' fáa vitaminir og proteinir og líknandi við matinum, men eisini ílegudáta. Ið sjálvsagt fær skerpaðan týdning um vit loyva ílegubroyttar matvørur. Les The Atlantic

273[365]23

Photo courtesy of Randi, CC BY-NC-ND 2.0