Tað hevur tikið nærum eitt ár, at broyta allar teir gomlu postarnar manuelt frá Digg-líknandi tíðindi til bloggupostar. Men nú er tann parturin liðugur, og digg-tøknin tikin úr skipanini, og skipanin eftirfylgjandi dagførd til nýggjastu útgávu av Drupal. Sniðið er skift út, til at markera skiftið frá digg-klon til fleirbrúkara-bloggu við tíðindum úr tí meira nørduta partinum av heiminum (sum til nú hevur verið høvuðsinnihaldið her). Rætturin at skriva postar er avmarkaður til nakrar útvaldar brúkarar, sum til nú hava skrivað tað mesta av innihaldinum, og eitt spam-mótul er hinvegin lagt inn, til aftur at kunna loyva viðmerkingum frá ónevndum lesarum. So fáa vit at síggja :-)
blogga hjá brúkara admin
Meingi skiftir ham, til bloggu heldur enn digg-klon
Hendan heimasíða hevur til nú verið ein roynd at gera eina serføroyska tilvísingarskipan a la www.digg.com, har fólk kundu senda inn áhugaverd leinki, og restin so kundi raðfesta leinkini, alt eftir hvat sum var mest áhugavert. Men hetta hevur ongantíð ordiliga fingið flog, og vit fyrisitarar velja tí spakuliga at skifta til eina meira einfalda skipan, til betur at røkja tað sum hevur veruligan áhuga hjá lesarunum.
Meingi.com sløkkir eina løtu í ovurmorgin
Hetta vegna at heimasíðuhýsarin skal flyta teir ambætarar sum m.a. hendan heimasíðan liggur á. Teir sløkkja umleið kl 04 leygarmorgun, og síðan skuldi so komið aftur umleið kl 16 leygardagin.
meingi.com 1.0 nærkast
Heimasíðan byrjar nú veruliga at fáa skap. Vit hava verið í so raskir at flyta runt upp á tingini hesar seinastu mánaðirnar; men nú er grund-funktionaliteturin vist nokk upp á pláss. Her er ein hampuliga vøkur og brúkilig skabelón, eitt logo, eitt slogan, og ein rímiligur strukturur. Ensku glosurnar eru næstan allar týddar til føroyskt, og í meðan hava vit roynt at stress-testa skipanina eisini við innihaldi.
Og jú, hetta sær lovandi út. Vit valdu tí at endustovnað síðuna frá grundini av, her í vikuskiftinum, fyri at tryggja at ikki ov nógv skrell var 'aftanfyri'. Ætlanin er so nú at lata síðuna her fáa frið framyvir, til okkum brúkarar at nýta og líta á, meðan test og tílíkt verður gjørt á eini serligari test-síðu.
So komið bara í gongd... skrásetið tykkum sum brúkarar, og byrji at posta. Tað sum er verður verandi (so frætt sum vit duga og kunnu lova, knock knock), og broytingar verða tí bara eyka guff :-)
Fyrsti postur
Ja, nú kemur vónandi gongd á hesa síðu.
Ætlanin er, at meingi.com skal verða eitt stað har fólk lætt fáa víst til tilfeingi (~meingi) á internetinum, og har vit síðani saman skipa tilfarið skilagott. Tað skal altso verða upp til brúkararnar sjálvar, at atgera hvat sum skal á síðuna, hvat sum skal av aftur, og í hvørjari raðfylgju tilfarið skal vísast.
Um tú kennir heimasíðuna digg.com, so er prinsippið tað sama. Ein og hvør skal sum útgangspunkt kunna leggja tilfar á síðuna, og lesararnir avgera so hareftir, hvat sum endar t.d. á forsíðuna. Í løtuni við at geva tí atkvøðu sum tey halda vera áhugavert, men kanska seinni bara ífall tey hyggja at tí.
Í løtuni er lítið og einki á síðuni, fáir møguleikar, og sniðið er einki flott. Men skipanin aftanfyri hevur altso nærmast óendaligar møguleikar, og hetta útgangspunktið er tí meira fyri ikki at svølgja um ov nógv í senn. Fyrst skal tíðinda-mótulið fáast rigga, vit skulu royna hetta við blogg, forumið skal koma upp at koyra, og innsending av video skal fáast at rigga.
Nýggjar viðmerkingar
3 dagar 20 tímar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
8 vikur 3 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 4 dagar síðani
11 vikur 6 dagar síðani
11 vikur 6 dagar síðani
13 vikur 1 dagur síðani
15 vikur 2 dagar síðani
15 vikur 2 dagar síðani