Les engadget.com og sí www.picodv.com
blogga hjá brúkara jackdaw
Ætla at granska Mars við 'tumbleweed' bóltum
"The Mars Tumbleweed" er ein verkætlan hjá NASA og øðrum, at møguliga fara at kanna Mars við bóltum sum blása við vindinum, heldur enn við traditionellum marsbilum. Væleydnaðar royndir hava longu verið gjørdast í Grønlandi og á Suðurpólinum, og nú fara tey so at royna at fáa størri játtan, til at kunna gjøgnumføra ætlanina. Les discovery.com og sí video av tveimum ymiskum møguligum bóltum.
Feitt er gott og pasta vandamikið, sigur nýggj gransking
Nýggj gransking í USA bendir á at alheims kostráðgeving tey seinastu 20 árini hevur verið skeiv, um at vit skulu ansa eftir við feitti frá mjólkarúrdrátti og kjøti, og í staðin eta meira kolvætu sum epli og pasta. Teirra kanning av 348.000 menniskjum kundi ikki staðfesta samanhang millum feittinntøku og vandan fyri at doyggja at blóðproppi ella líknandi æðralagssjúku. Feitt er ikki púra fríkent, men hin vegin er kolvæti heldur ikki heilt óskyldugt, við tað at einfalt kolvæti sum sukur og hvítt breyð kann føra til sukursjúku, sum so aftur økir fyri vandan fyri hjarta- og æðralagssjúku. Og tí kann viðmælið um at eta meira kolvæti vera meira til skaða enn gagn. Les fpn.dk
PopSci bjóðar nú 137 ár av bløðum ókeypis á netinum
Amerikanska tíðarritið "Popular Science" hevur nú í samstarvi við Google valt at lata síni ljóslisnu bløð vera frítt atgongilig á netinum, úr blaðgoymsluni sum fer 137 ár aftur í tíðina. Sí www.popsci.com/archives
Teldur verða óviðkomandi um 3 ár, sigur Google
Varaforsetin hjá Google Global Ad Operations segði á ráðstevnu í Írlandi herfyri, at vanligar teldur verða óviðkomandi innan 3 ár, tá ið tað kemur til leiting á netinum. "In three yers time, desktops will be irrelevant. In Japan, most research is done today on smart phones, not PCs". Ovasti stjórin Eric Schmidt segði á líknandi hátt fyri einum mánaða síðani, at Google nú hevur fokus á leiting á fartelefonum, ikki teldum. Les news.yahoo.com
Danskir rúmdarmenn trena í Tivoli
Donsku Kristian von Bengtson og Peter Madsen fingu Tivoli til at skrúva Vertigo uppá maksimalu 6.5 G, sum maskinan er før fyri at geva í 20 sekund, til at testa um teir kunnu klára tey G sum teirra ætlaða (privata) rúmdarferð fer at geva. Les ing.dk og sí www.copenhagensuborbitals.com
Brúka kroppin sum knappaborð við Skinput
Granskarar hjá Microsoft og á Carnegie Mellon University í Pittsburg hava mennt eina skipan sum kann hoyra til dømis hvar tú trýstir á kroppin, ella um tú knýtir hondina. Alt sum krevst er bara eitt armband og kanska ein lítil projektørur, til at tú kanst hava "touch" skermin á arminum. Les newscientist.com
Nógv færri ferðsluskaðar í DK, nú hált er
Kavaveðrið í Danmark hevur viðført, at tað í januar 2010 vóru 17% færri ferðsluóhapp við bara materiellum skaða, enn í januar 2009, og heili 41% færri har fólk komu til skaða. Soleiðis var tað eisini í 2006, tá ið ringt veður var, og einans 12 fólk tí doyðu í donsku ferðsluni í januar mánaða. Les jp.dk
Bing Maps kann nú vísa 'live stream' á kortinum
Bing Maps frá Microsoft dugir nú millum annað at flætta Flickr myndir frá brúkarum inn í kortið, so at tú kanst síggja hvussu bygningarnir síggja út uppá ymisk tíðspunkt, enntá innaní og langt aftur í tíðina. Hartil kanst tú síggja 'live video stream' í kortinum, og síggja stjørnukort um tú hyggur uppeftir. Les engadget.com og sí bing.com/maps/explore
Nýggjar viðmerkingar
4 dagar 19 tímar síðani
6 vikur 15 tímar síðani
6 vikur 4 dagar síðani
7 vikur 3 dagar síðani
7 vikur 3 dagar síðani
8 vikur 5 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
12 vikur 6 dagar síðani
13 vikur 15 tímar síðani
13 vikur 15 tímar síðani