blogga hjá brúkara labrat

iPhone er fyri tey ríku

Á heimasíðuni ourmobileplanet.com finnast tøl um brúk av fartelefonum í ymsum londum. Hyggja vit at fartelefonini iPhone, so síggja vit, at marknaðarparturin økist tess ríkari íbúgvarnir eru. Búskapar- og brúkaratølini fyri Føroyar stava frá Hagstovuni og statcounter.com.

Valstøð litaði eftir størstu flokkar

Her eru tvey kort av valstøðunum í Føroyum, sum eru litaði eftir hvørjir flokkar fingu flestar atkvøður í valstøðunum eftir løgtingsvalið í 2011 og 2008. Fólkaflokkurin er grønur, Sambandsflokkurin er bláur, Javnaðarflokkurin er reyður, Sjálvstýrisflokkurin er appelsingulur, Tjóðveldi er gulur, Framsókn er ljósareyður og Miðflokkurin er violettur. Har tveir flokkar hava fingið eins nógvar atkvøður, fær tann flokkurin, ið hevur haft størstu framgongd ella minsta afturgongd, litin.

2011 2008

Stuttfilmur um framtíðar samfelagið

Sony-Ericsson hevur sponsorerað ein stuttfilm um hvar internetið og vit flyta okkum. Tey tosa við fólk hjá flickr, soundcloud og onnur, ið á ein ella annan hátt arbeiða við internetið.

Løgtingsvalúrslit 1906-2008

Á grafinum eru løgtingsvalúrslit frá 1906 til og við 2011. Tilber at velja úrslit fyri hvørt valdømi á ý-ásini til vinstru. Gev gætur at smærri flokkar og uttanflokkalistar eru ikki taldir við her.

Mutantar í herna mótir skaðadjórum

Autocidal tøkni kundi verið 'die endlösung' fyri føroyskar rottur og vespur. Genmanipuleraðar flugur hava longu oydd screwworm fluguna í USA og tsetse fluguna í Zanzibar. Men tað verður sagt, at tað er nógv dýrari og minni hugaligt at ala og sleppa túsundals genmanipuleraðar rottur út í náttúruna. Les meira á newscientist.com.

Rottur

Robot tyrlur kunna stýrast sum seyðahundar við armrørslur

GRASP robot tyrlur, sum vit hava sæð flogið einsamallar og í flokki, kunna stýrast við Kinect skipan, ið lesur armrørslur hjá fólki. Robotturnar akta fólk (enn) sum góðir seyðahundar. Men tær eru ikki feilfríðar. Sí videobrot á engadget.com.

Bussleiðin og veðrið beinleiðis á kortal.fo?

Í keldukotuni á kortal.fo verður "bussleiðin", "GPS", "weather" og "flickr" nevnt. Hetta leggur upp til, at kortal.fo fer at varpa beinleiðis, hvar bussarnir í Havn eru, hvussu veðrið er og finna staðbundnar myndir av flickr.com.

Donsk rúmdarrakett send avstað í dag

Danska rúmdarrakettin Heat-1X við trýstklivanum Tyco Brahe umborð bleiv send úr Eystursjónum í dag kl 15.32 føroyska tíð. Áhugafelagskapurin Copenhagen Suborbitals hevur bygd rakettina. Akselerasjónin var størri enn væntað. Eftir 10 sekundum fleyg rakettin skjótari enn ljóðið. Rakettin náddi eina hædd á 2.8 km, áðrenn Tyco Brahe trýstklivin datt við fallskermi niður í sjógvin aftur. Les meira á ing.dk.

Vindorka skal hita hús í Nólsoy

Nevndarformaðurin í smápartafelagið Nólsoyar Orkufelag, Bjarti Thomsen, greiddi frá á ráðstevnuni "Engergilagring i Vand" um verkætlanini hjá nólsoyingum um at hita hús upp við vindorku.

Fleiri framløgur frá ráðstevnuni eru at finna á jardfeingi.fo.

Hoyvík yvirhálar Klaksvík og Suðuroy um 5-10 ár

Íbúgvatalið í Hoyvík er farið úr 888 til 3635 tey seinastu 25 árini. Heldur vøksturin fram fara fleiri fólk at búgva í Hoyvík enn í Klaksvík ella Suðuroy um eini 5-10 ár.