blogga hjá brúkara litlahus

Matrikulstovan GPS uppmátingar við 5 mm nettleika

Matrikulstovan hevur GPS uppmátingartól av merkinum Trimble 4700.

Við tólinum ber til at gera neyvar og skjótar uppmátingar og avsetingar. Nettleikin á mátingunum kann koma heilt niður á 5 mm. Les matrikul.fo

Matrikulstovan hevur mált GPS koordinatarnar fyri Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Hovstunnilin.

335 kr í 1940 ein millión í dagsins peningi

Á hagstova.fo er ein prísroknari, sum umroknar virði á 100 kr frá 1940 og fram til 2005.
100 kr í 1940 eru verdar 2.976,20 kr í 2005. Tað vil so siga, at 335 kr í 1940 eru verdar eina millión kr í 2005.
100 kr í 2000 eru verdar 107,33 kr í 2005. Les hagstova.fo

Kvinnur í fiskiskapi

Yvirlitið yvir lønargjaldingar frá 2000 og fram til í dag, sum er at síggja á hagstova.fo, vísir nógv øktar lønargjaldingar til kvinnur í vinnugreinini fiskiskapur.
Lønargjaldingarnar í 2000 vóru 12,5 mió. kr., og tær eru øktar til 27,8 mió. kr. í 2006.
Um ein miðalinntøka verður mett til einar 250-300.000 kr, er talið í 2006 einar 90-100 kvinnur.
Men tað er í skrivandi løtu óvist, hvat miðalinntøkan fyri kvinnurnar er. Les hagstova.fo

Vindmátingar í Nólsoy samskipaðar í Risø

Forskningscenter Risø stendur fyri samskipanini av vindmátingunum í Nólsoy. M.a. verða kurvar gjørdar fyri vindferð, vindrætning og hita. Les veaonline.risoe.dk

Síggj vindmátingar úr Nólsoy beinleiðis á netinum

Sum ein liður í verkætlanini varð ein vindmátari í mars mánaði í ár settur upp úti í Nólsoy. Sp/f Røkt, sum framleiðir streym frá vindmyllum inn á netið hjá SEV, stendur fyri mátingunum saman við danska granskingarstovninum Risø, sum hevur drúgvar royndir innan vindorkutøkni. Les jardfeingi.fo

Arbeiðið at orða orkupolitikk

Landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djurholm, hevur sett ein arbeiðsbólk at orða uppskot til yvirskipaðan orkupolitikk fyri Føroyar og at orða uppskot til el-veitingarlóg. Uppgávan at orða uppskot til orkupolitikk og at skriva el-veitingarlóg er løgd til Jarðfeingi. Les jardfeingi.fo