3d

MIT Media Lab prentað tvørfloytu við 3D-prentara

Amit Zoran á MIT Media Lab hevur megnað at prentað eina tvørfloytu við hjálp av einum Objet Connex500 3D prentara, sum varð tekna á teldu til at rigga so skjótt sum hon varð sett saman og monterað við nøkrum fjarðum, og sum tá enntá ljóðaði væl. Les engadget.com

3D á veg sum tú kanst føla uppá

Japanskir granskarar eru í ferð við at menna eina gummiflatu til telduskermar, sum fer at gera tað gjørligt at trýsta á og føla teldumyndirnar. Enn noyðast teir at hava eitt kamera sum sær skerm og hond, og sum tí onkuntíð órógvast av at hondin kemur fyri skermin; men ætlanin er at byggja kameraið inn í skermin. Les newscientist.com

"Iceman" kann nú síggjast í 3D á netinum

Tit sóu kanska dokumentarin í SVF herfyri, um holubúgvan "Ötzi" sum varð skotin við píli í fjøllunum við Italia, fyri einum 5000 árum síðani. Nú hava granskararnir lagt háloysnismyndir av honum á netið, so tú kanst suma inn á tatoveringar, ella síggja hann í 3D við hasum blá-reyðu brillunum. Sí icemanphotoscan.eu

Hesin 3D prentari skal kunna prenta seg sjálvan

Ætlanin er at gera tað bíligari hjá fólki at útvega sær (og hava) ein 3D prentara, við at gera tað gjørligt at prenta lutir til prentaran á prentaranum. Les newscientist.com

Nýggjur 3D myndaflís mátar frástøðuna til alt sum tú tekur mynd av

Hetta kann eftir øllum at døma brúkast til m.a. at fáa betri náttarmyndir. Les ing.dk

Eitt ókeypis forrit til at scanna 3D-lutir við

DAVID er eitt ókeypis forrit til at lesa lutir inn í 3D á telduna, bara við hjálp av forritinum, einum webcam og einum lasara sum kann senda eina strípu á lutin(altso ikki bara ein prikk). Les cs.tu-bs.de

Stór succés við danskari holografi-tøkni

Danskar fyritøkan Cheoptics360 hevur mennt eina tøkni til at gera 3D-myndir sum sveima inni í einum pyramiduskapaðari rammu. Videoin her vísir bæði teldugrafikk og 3D myndir av fólki:

http://www.youtube.com/watch?v=-k5nt541SE0

Les newz.dk

Um 3 ár kunnu vit síggja 3D-sjónvarp heima

Well møguliga ikki akkurát í Føroyum... men aðrastaðni burdi tøknin verið klár um ca. 3 ár, til at fólk kunnu síggja 3D-sjónvarp heima. Í fyrstuni 'bara' sum stereoskopiskt 3D, har vit skulu hava serligar brillur til at síggja djúpdina. Og so veruligt holografi eini 10 ár seinni, har t.d. fótbóltsspælararnir tuska runt í miniformat á sofaborðinum. Les comon.dk