acer

Nú koma mini-farteldurnar veltandi til okkum eisini

Acer eru longu klár at koyra teirra Aspire One í donsku handlarnar fyri umleið 2200 kr; og AMD, Intel, Nvidia, Via og Asus eru beint í hølunum hjá teimum. Ein Acer Aspire one hevur 8.9 tumma skerm við 1024x600 pixlum, 8 GB flashdisk, 512 MB RAM, 1,6 GHz Atom geril frá Intel, og Linux sum stýriskipan. Les ing.dk

Acer satsar stórt uppá Linux

Acer fer nú undir eitt átak at fáa open source Linux stýriskipanina til bæði 'ultra-portablar' farteldur og vanligar farteldur, m.a. tí at uppstartur á Linux tekur bara 15 sekund, heldur enn minuttir við Windows, og battaríð heldur í upp til sjey tímar heldur enn fimm. Les itnews.com

Eee PC kappingarneytin frá Acer verður bíligari og vakrari

Vit bíða enn eftir at sleppa at keypa bíligu (og rættiliga vøkru) fartelduna frá Asus; men ókey, kanska kemur Acer áðrenn við onkrum betri. Les engadget.com

Acer á veg við einum Asus Eee PC 'drepara' ?

Eitt kinesiskt tíðarrit sigur seg vita at fartelduframleiðarin Acer ætlar sær at koma við eini 'ultraberbarari' farteldu í vár, sum skal taka kappingina upp við Asus Eee PC. Les engadget.com

Acer kallar aftur 27.000 farteldubattarí

Acer ávarar her um at battarí í farteldum teirra av slagnum TravelMate og Aspire hava ført til 16 føri av yvirupphiting, harav fólk fingu brandskaða í tveimum føri, og innbúgv í einum. Eftir øllum at døma bara teldur seldar í USA, men kanna allíkavæl: Um tín telda er umfatað, so biðja tey teg beinan vegin halda uppat at brúka battaríið. Les ing.dk

Acer nýtist IKKI at afturkalla Sony battarí

Ótrúligt at tað skuldi verða tíðindi at fortelja um hvør sum IKKI hevur trupulleikar av Sony battaríunum. Men fyribils eru tað altso bara Acer og Hewlett-Packard sum ganga fríir, av teimum stóru. Les ing.dk