Hetta halda hermennirnir sjálvsagt lítið um. Les jp.dk
afganistan
Amerikanski herurin brúkar termobariskar bumbur í Afganistan
Pilotarnir klagaðu um at vanlig Hellfire missil fóru bara tvørtur gjøgnum bygningar, og tey brúka tí hesar nýggju til at súgva luftina úr fólki, skræða innvølini sundur og knúsa kroppin. Vápnið er so kontroversielt, at tey brúktu 18 mánaðir uppá at umrøða um vápnið breyt altjóða reglur. Loysnin varð at broyta navnið til ikki at siga 'termobariskt', men trupulleikin er bara at framleiðarin enn kallar vápnið fyri 'termobariskt'. Les timesonline.co.uk
Blakaði seg á eina granat til at bjarga vinunum... og yvirlivdi
Ein 24 ára gamalur bretskur hermaður fær hægstu heiðursløn fyri at hava blakað seg yvir eina granatfellu. Hann fekk 'bara' sjokk og nasablóð, tí at ryggsekkurin og brynjan tóku kraftina frá spreingingini. Les bbc.co.uk
Robott herurin hjá amerikumonnum
Eini 6000 tólmenni eru longu í nýtslu í Irak og Afganistan, og talið veksur. Summi av teimum bera enntá vápn. Les popularmechanics.com
Morfin sleikisneisir til hermennirnar
Danskir hermenn fáa nú morfinsleikisneisir við til Irak og Afganistan, so at teir betri fáa doserað doyvingina enn við verandi innspræningum. Les jp.dk
Leita eftir Bin Laden á Google Earth
Google fær sínar fylgisveinamyndir frá somu fyritøkum sum amerikansku fregnartænastum, og tí er ein 'stuttlig' fylgja av hesum at øki har amerikanarar leita eftir Bin Laden eru líka nágreinilig í Google Earth, sum t.d. Manhattan á New York. Les wired.com
Nú skulu indianarar finna Bin Laden
Pentagon hevur nú sett teir indiansku 'Shadow Wolves' á uppgávuna at fanga Osama Bin Laden har yviri í og runt Afganistan. 'Skuggaúlvarnir' eru indianarar úr stammunum Navajo, Sioux, Lakota og Apache, sum annars mest hava verið nýttir til at fanga smuglarar á markinum millum Mexico og USA. Les news.com.au
Taleban lovar gull afturfyri høvdini á donskum soldátum
Taleban bjóðar fimm kilo gull til tann sum drepur ein danskan ella norskan soldát. Orsøkin er m.a. Muhammed-tekningarnar á sinni, men eisini tað at Danmark stuðlar USA og hersetingini av Afganistan. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 6 tímar síðani
2 dagar 15 tímar síðani
1 vika 4 dagar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
3 vikur 15 tímar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 4 dagar síðani
4 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 12 tímar síðani
8 vikur 5 dagar síðani