afrika

Helvtin av heiminum hevur fartelefon

Talið av fartelefon brúkarum fór upp um 3,3 milliardir við ársenda 2007. Størsti vøksturin var í Afrika. Les news.com.au

Ein plastsuppa á stødd við Afrika í Stillahavinum

Í løtuni eru 6 ferðir so nógv plastikk sum æti í norðara parti av Stillahavinum, og suppan er í støðum so tjúkk at man næstan kann ganga á henni. Plastið drepir hvørt ár eini 100.000 súgdjór og meira enn 1 millón fuglar. Les ing.dk

Zimbabwe kollapsar innan 6 mánaðir

Inflatiónin á 3714% er heimsins hægsta, og summar fyritøkur gjalda tí løn í mati heldur enn í pengum. 4 út av 5 vaksin eru arbeiðsleys. Les bbc.co.uk

Super-zoom í Google Maps

Summa staðni í Google Maps ber til at zooma óvanliga nær, sum til dømis á vístu mynd úr Chad, har man týðiliga sær kamelin, togendar á jørðini, fótaspor og sníðið á beduininum sum hyggur upp. Les outer-court.com

Gelé sum skuldi verja móti HIV, økti um vandan

Í Afrika tíma mennirnir slettis ikki at brúka hýtir, og royndir hava tí verið gjørdar við einum gelé sum skuldi verja móti HIV smittu. Men well, royndin er avblást nú, tí at tær kvinnurnar sum brúktu smyrslið faktiskt blivu oftari smittaðar enn tær í placebo-bólkinum. Les wired.com

Nýggjur genialur máti at flyta vatn í Afrika

Tað skal ikki nógv til áðrenn man hevur funnið uppá okkurt genialt... um bara man kemur á tankan. Afrikanarar hava í øldir (altíð?) borið vatn á høvdinum, men nú hevur onkur uppfunnið ein máta at rulla tað í staðin. Les gizmag.com

Umskering minkar um AIDS-vandan við eini helvt

Kanningar av 8000 monnum úr Kenya og Uganda staðfesta, at umskering minkar um vandan fyri at AIDS-smittu við 50 prosentum. Hetta tí at restin so verður minni følsamt, og tí bløðir minni. Eygleiðarar kalla hetta tað størsta gjøgnumbrotið innan AIDS-gransking seinastu 10 árini, við tað at tað nú er møguligt at forða fleiri 100.000, ja kanska milliónum, at fáa AIDS-smittu. Les jp.dk

Isolatión hevur skapt nakrar 'super-leyvur' í Botswana.

National Geograpic hevur gjørt ein nýggjan dokumentar kallaður 'Relentless Enemies', um nakrar leyvur sum av tilvild vórðu isoleraðar á eini oyggj í einum delta í Botswana fyri 15 árum síðani, við einans vatnbúfflum sum møguligari føði. Leyvurnar leggja vanliga ikki á hesi stóru beist, men máttu læra tað fyri ikki at doyggja av svongd. Í dag eru hon-leyvurnar har líka stórar sum hann-leyvurnar inni á fastlandinum. Les dailymail.co.uk

Risa-diamantur funnin í Lesotho

Ein 603 karat stórur hvítur diamantur er funnin í lítla kongaríkinum Lesotho í Afrika. Hetta er størsti diamantur funnin síðani 1967, og tann fimtstørsti nakrantíð. Les jp.dk