Kaliningrad er beint um hornið, og hevði í 1990-unum heimsmet í HIV. Tó nú yvirhálað av Skt. Petersborg og Moskva. Les eb.dk
aids
Gelé sum skuldi verja móti HIV, økti um vandan
Í Afrika tíma mennirnir slettis ikki at brúka hýtir, og royndir hava tí verið gjørdar við einum gelé sum skuldi verja móti HIV smittu. Men well, royndin er avblást nú, tí at tær kvinnurnar sum brúktu smyrslið faktiskt blivu oftari smittaðar enn tær í placebo-bólkinum. Les wired.com
Seks neyðhjálparfólk deyðadømd fyri at smitta við HIV
Ein lækni og 5 sjúkrarøktarfrøðingar eru deyðadømdir í Libya fyri at hava verið atvold til at yvir 400 børn vórðu smittað við HIV. Hesi neyðhjálparfólkini høvdu givið børnunum smittað blóð, men fleiri kritikarar meta at libyska stjórnin bara kávar útyvir síni egnu mistøk. Les eb.dk
Umskering minkar um AIDS-vandan við eini helvt
Kanningar av 8000 monnum úr Kenya og Uganda staðfesta, at umskering minkar um vandan fyri at AIDS-smittu við 50 prosentum. Hetta tí at restin so verður minni følsamt, og tí bløðir minni. Eygleiðarar kalla hetta tað størsta gjøgnumbrotið innan AIDS-gransking seinastu 10 árini, við tað at tað nú er møguligt at forða fleiri 100.000, ja kanska milliónum, at fáa AIDS-smittu. Les jp.dk
Stjal 600.000 krónur frá teimum HIV-positivu
Kassameistarin í svenska felagnum fyri HIV-positiv kláraði uppá trý ár at stjala 614.000 úr kassanum, áðrenn tey uppdagaðu hann. Les eb.dk
Jogurt kann gerast verja móti HIV
Vísindafólk hava broytt vandaleysu bakteriuna Lactobacillus, ið ger mjólk til jogurt, til nú eisini at kunna skapa 'mikrobisidur' sum verja móti HIV. So ein dag kunnu vit kanska bara eta jogurt sum verja móti HIV. Les newscientist.com
Nýggjar viðmerkingar
13 vikur 20 tímar síðani
17 vikur 5 dagar síðani
20 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 1 dagur síðani
26 vikur 6 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
28 vikur 6 dagar síðani
29 vikur 15 tímar síðani
33 vikur 9 tímar síðani