Báturin hjá japanska Ken-Ichi Horie fer væntandi at kunna sigla 5 knob um tíman, líka mikið hvaðani aldurnar koma. Les ing.dk
alduorka
Danir byggja heimsins størsta alduorkuverk í Wales
Um alt gongur eftir ætlan, so verður eitt danskt 7 MW alduorkuverk klárt í Wales í juli 2008. Konseptið er rættiliga einfald: Aldurnar verða troðkaðar upp í eitt risastórt kar, og dríva so eina turbinu tá ið tær renna niður aftur í havið. Les ing.dk
Avstralskt alduanlegg kann tola eina 100 ára langa ódn
Í gjár hoyrdu vit um eitt alduanlegg í Portugal, sum skotar hava mennt. Tað var ikki heilt kappingarført við fossilu orkuverkini, men skotar vónaðu at prísurin fór at falla líka nógv sum viðvíkjandi vindorku. Men nú hoyra vit at avstralar longu hava kappingarfør anlegg, sum enntá tola risaaldur út í eitt í 100 ár. Les ing.dk
Skotar komnir langt við alduorku
Skotar hava mennt eitt alduorkuverk sum minnir um eina risa sjóslangu, ið vaggar í vatnskorpuni og so skapar orku av vætu sum rullar aftur og fram inni í rørunum. Skipanin er roynd við Orkney-oyggjarnar, og fyrsta framleiðsluverk verður nú bygt við Peniche í Portugal. Teir ætla sær so seinni at byggja eitt enn størri í Skotlandi. Les bbc.co.uk
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 6 tímar síðani
2 dagar 15 tímar síðani
1 vika 4 dagar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
3 vikur 15 tímar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 4 dagar síðani
4 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 12 tímar síðani
8 vikur 5 dagar síðani