alkohol

Avhaldsfólk eru meira deprimerað

Hetta vísir kanning av 38.000 fólkum í Noregi. Orsøkin er møguliga at summi av teimum noyddust at vera turrløgd, vegna sjúku ella alkoholiska fortíð, ella kanska tí at avhaldsfólk hava verri við at fáa vinar, tá ið tey ikki í sama mun fáa luttikið í ballum og líknandi. Les time.com

Danir (og føroyingar?) vita ov lítið um skaðiligu árinini av alkoholi

Einir 860.000 danir hava eina ov høga alkoholnýtslu, og vita ov lítið um skaðiligu árinini av sjálvt moderatari alkoholnýtslu, hóast fleirtalið hevur upplivað alkoholtrupulleikar í familjuni. Les fpn.dk

Vegetarmatur, vín og yvirvekt minkar um heilan

Bretsk gransking bendir á, at heilin á vegetarum minkar meira enn heilin á kjøtátarum, av tí at vegetararnir ikki fáa neyðugu B12 vitaminini. Alkohol minkar eisini um heilan, og yvirvekt. Les news.com.au

Donsku alkoholmørkini grundað á feilumseting úr enskum

Danir brúka rátt somu leiðireglur sum bretar, men gloyma at ein enskur 'genstandur' er 8 gr reint alkohol, har tann danski er 12 gr. Les fpn.dk

Alkohol skaðir heilan á kvinnu meira enn á monnum

Kanningar av alkoholistum vísir at kvinnurnar fáa skjótari 'neurokogniskar' skaðar og skaðar í livur og hjarta. Eingin troyst fyri mennirnar tó, tí teir fáa eisini skaðarnar... bara seinni. Les yahoo.com

Drekk alkohol, um tú hevur høgt blóðtrýst

Ein 16 ára long amerikansk kanning av 11.711 monnum við 'hypertension' staðfestir, at teir sum drukku ein 'genstand' um dagin høvdu 30% minni kjans at fáa hjartaslag, enn teir sum einki drukku. Les ing.dk

Moderat alkohol-nýtsla leingir um lívið, siga tey

Ein italsk samansjóving av 34 kanningum av 1 milliónum menniskjum og 94.000 deyðsfallum staðfestir, at um menn drekka upp til 4 genstandir um dagin og kvinnur tveir, so minkar vandin fyri øllum deyðsorsøkum (krabbamein, blóðtøppur osfr) við 18 prosentum. Men drekkur man meira, so vendist gongdin skjótt til tað øvuta. Les msnbc.msn.com

Alkohol-testarar eru óbrúkiligir

Líka mikið um tú brúkar 100, 400 ella 1000 krónur uppá ein alkohol-testara, so eru teir ov óálítandi til at kunna siga um promillan er í lagi. Les jp.dk

Bretland innførir fingramerkis-scannarar á pubbum

Endamálið verður her sagt at verða longu í hurðini at lúka út teir sum verða 'óðir í brennivíni'. Men man skuldi væl trúð at tey eisini høvdu áhuga at fáa lúkað út neyðtøkumenn, rúsevnisseljarar, lummatjóvar, fólk ið koyra ávirkað, osfr. Les theregister.co.uk

500.000 danir eru frítíðar-alkoholikarar

Hóast Sundhedsstyrelsen í 16 ár aktivt hevur roynt at minka rúsdrekkanýtsluna, so drekka danir enn so nógv at tað hjá eini hálvari millión er ein vandi fyri heilsuna. Les jp.dk