alnet

Nú fer Google Earth at kunna síggjast í kaganum eisini

Google hevur givið út eitt browser plugin, so at øll á Windows teldum nú kunnu síggja Google Earth beinleiðis í kaganum, heldur enn at skula leggja inn ein eyka klient. Les oreilly.com

Bestu tænastur og forrit á netinum sambært InfoWorld

Har er rættiliga nógv áhugavert á listanum, bæði til gamans og álvara. Les infoworld.com

Triðja hvør video sum fólk hyggja at á netinum, er á YouTube

Ein marknaðarkanning hjá comScore vísir at YouTube átti 3 milliardir sýningar av teimum 9 milliardum í januar 2008. Les pcworld.com

Sí skøkjuna sum Eliot Spitzer fór við

Ikki lætt at vera anonymur longur. Takka verið alnetið, kunnu vit nú bæði síggja myndir av skøkjuni hjá New York guvernørinum Eliot Spitzer, og hoyra hana syngja á MySpace. Les thesmokinggun.com

Fá 5 GB av ókeypis goymsluplássi við Windows SkyDrive

Windows Live SkyDrive er online goymslutænasta frá Microsoft, har øll við 'Live' konto ókeypis kunnu goyma upp til 5 GB av fílum. Til ber at áseta um fílurnar skulu vera persónligar ella tøkur hjá øðrum eisini at taka niður. Les makeuseof.com

Ger tína egnu toymisheimasíðu við Google Sites

Tað er meira enn eitt ár síðani at Google keypti wiki-skipanina JotSpot, men nú eru tey so klár at relansera skipanina sum Google Sites. Í stuttum ein heimasíðuskipan til felagsskapir, har tit í felag kunnu skriva síðurnar, goyma fílur og yvirhøvur gera dælt av Google tænastum sum Google Docs, Calendar, YouTube og Picasa. Les googlesystem.blogspot.com

Japanskur fylgisveinur veitir breiðbandssamband sum bukar ADSL av

1.2 gigabit per sekund er mestaferðin hjá teimum heldigu japanum sum fáa samband við Kizuna fylgisveinin. Hendan ferð kann annars bert fáast við ljósleiðarakáplum. Les ing.dk

Tann typiski heimasíðusmiðurin er kvinna

Stikk móti øllum fordómum, so eru tað faktiskt (amerikansku) genturnar sum gera heimasíður. Tað eru eisini tær sum gera heimasíður fyri onnur. Dreingirnir føra bara tá ið tað kemur til at leggja út video. Les nytimes.com

Írar á veg við ókeypis WiFi í Danmark

Írska free-hotspot.com ætlar at seta upp fleiri hundrað alnets-'hotspot' í Danmark, sum verða heilt ókeypis at brúka, men tjena pengar uppá lýsingar. Les version2.dk

Tú kanst fara í geglið fyri at nassa internet frá grannanum

Tað finst enn einki dømi um at nakar er blivin straffaður fyri at kobla seg á eitt opið tráðleyst internet í Danmark, men í prinsippinum er tað líka so ólógligt sum at læna ólæstu súkkluna hjá grannanum uttan at biðja um loyvi fyrst. Heilt upp í 2 ára fongsul. Les ing.dk