Tað gongur einki serligt har uppi. Fyrst virus, og so flyta bana til ikki at raka restir av einum sundursprongdum russiskum fylgisveini, sum russar siga ikki eru har. Les aero-news.net
altjóða rúmdarstøðin
Tað var ein geymavirus sum rakti altjóða rúmdarstøðina, so sløkk fyri 'autorun'
Sum tit kunnu lesa her á cnet.com, so var tað ein telduormur kallaður "W32.TGammima.AG" sum inficeraði altjóða rúmdarstøðina herfyri, og hann spjaðist altso gjøgnum teir geymar sum verða fluttir millum teldur. Her er ein vegleiðing í hvussu man kann umganga hetta.
Altjóða rúmdarstøðin rakt av telduvirus
Ikki ein av teimum vandamiklu, men allíkavæl. Les ing.dk
Álvarslig kreppa á altjóða rúmdarstøðini: Vesið brotnað!
Tey hava eyka vesi í Soyuz-kapslinum sum hongur uppi í rúmdarstøðini, men tað er bara til nakrar fáar dagar. Og tí hava tey savnað upp í posar, meðan arbeitt hevur verið við at umvæla. Men OK, kreppan er vist nokk avblást nú. Les ing.dk
Vórðu ávirkað við 10 G á veg heim aftur frá altjóða rúmdarstøðini
Tríggir astronautar fingu eina heldur harðliga heimferð herfyri, tá ið Soyuz kapsilin av ókendum orsøkum í løtum valdi at skifta frá vanliga 'bleyta' profilinum til tann tey kalla 'ballistiska'. Tey lendu tí eisini um 500 km frá har tey áttu at lenda. Les ing.dk
Nýggjar viðmerkingar
13 vikur 20 tímar síðani
17 vikur 5 dagar síðani
20 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 1 dagur síðani
26 vikur 6 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
28 vikur 6 dagar síðani
29 vikur 15 tímar síðani
33 vikur 9 tímar síðani