alzheimer's

Kaffi kann kanska bremsa Alzheimers

Granskarar góvu gomlum mýsum annaðhvørt kaffi ella kranavatn, og sóu eina minking í demens hjá teimum mýsum sum fingu kaffi. Tað sær út til at kaffi hjálpir akkurát har sum Alzheimer's skaðar, uttan onnur hjáárin enn tey rímiliga mildu sum vit longu kenna... høgt blóðtrýst og líknandi. Les news.bbc.co.uk

Kanska neyðugt at dopingtesta lesandi

Lesandi eru farin at brúka heilivág sum er ætlaður Alzheimers sjúklingum til at klára seg betri til royndir, og ein bretskur arbeiðsbólkur viðmælir tí at testa tey, so at eingin hevur órættvísan fyrimun fram um onnur. Les jp.dk

Dieselroykur skaðar heilan

Hálendskir granskarar koyrdu 10 persónar í eitt rúm við somu konsentratión av dieselroyki sum man upplivir í einum stórbýi, og staðfestu harav 'oxidativt stress' í heilanum, sum man veit viðførir sjúkur sum Parkinson's og Alzheimers's. Les ing.dk

Nú luttaka 1 millión PS3 spæliteldur í Folding@home

Og síðani hvør Playstation 3 spælitelda roknar sum 10 vanligar teldur, so merkir tað er spæliteldurnar nú luttaka við 74% av samlaðu (heimsmetstóru) rokniorkuni hjá Folding@home, at finna lekidóm móti krabbamein, Alzheimer's og Parkinson's. Les wired.com

Lekidómurin móti Alzheimer's kanska funnin

Granskarar góvu Alzheimer's sjúklingum eitt nýtt 'terapeutiskt mýl' kallað etanercept, og sóu innanfyri fáar minuttir sjúklingin batna. Les sciencedaily.com

Marihuana kann verja móti Alzheimer's

Tekin eru um at kjarnuingrediensurin í marihuana (hasj) kann vera betri verja móti skaðunum av Alzheimer's, enn nakað annað kent medisin. Hetta evnið THC, sum er tað sum gevur rúsin av marihuana og hasj, tykist at dempa kveikan AChE, sum er tað ið fær heilan at niðurbrótast av Alzheimer's. Hinvegin viðførir ov nógv marihuana/hasj sína egnu niðurbróting av minninum, evnini at taka avgerðir, og evnini til at hugsa um fleiri ting í senn. Les livescience.com