alzheimers

Eitt fototól til at avmynda alt lívið við

Bretska fyritøkan Vicon er á veg við einum myndatóli kallan ViconRevue, sum er ætlað at hava bara hangandi um hálsin, og sum so sjálvvirkandi kann taka mynd til dømis hvørt 30. sekund, ella tá tað við accelerometur og ljósmátara ánar at tað er komið í nýtt umhvørvi, ella við infrareyðum sensori ánar hitan av einum persóni framman fyri seg. Upprunaliga ein granskingarætlan hjá Microsoft kallað SenseCam, til at kanna í hvønn mun tað hjálpir Alzheimer's sjúklingum at sleppa at hyggja gjøgnum dagin aftur í myndum. Les newscientist.com

Robottur við rottuheila skal hjálpa granskarum at skilja Alzheimers

Granskarar hava fingið ein robott at kunna stýra runt um 80 av 100 forðingum, einans við hjálp av kyknum frá einum rottuheila. Eitt av endamálunum er at finna útav hvussu Alzheimers órógvar hesi signal. Les ing.dk

Eitt heila-implantat sum kann endurskapa tankar

Ted Berger á University of Southern California hevur mennt eitt heila-implantat sum kann tosa 'heilamál', og harvið vónandi ein dag hjálpa til at endurskapa heilavirksemi, minnir og tílíkt, hjá fólki við Alzheimers ella øðrum heilaskaða. Les popsci.com

Drepur narkosa heilakyknur ?

Ein kanning bendir á hetta, at narkosa viðførir upphópan av einum proteini kallað amyloid beta, sum man eisini sær hjá fólki við Alzheimers. Les wired.com

Motión styrkir minnið

Amerikanskir granskarar hava sambært Reuters News staðfest, at reglulig motión kann fyribyrgja sjúkum sum Alzheimers og Parkinsons, og enntá økja um endurgerðina av heilakyknum. Les jp.dk