amerikanskur fótbóltur

Í amerikanskum fótbólti hevur doping minni týdning

Amerikanski rennarin Justin Gatlin fekk í vár dopingdóm, so at hann ikki fær luttikið aftur í frælsum ítrótti fyrr enn ár 2014. Men um man kann vinna olympiskt gull á 100 metrum, so er man eisini góður nokk til at byrja at venja við Houston Texans, líka mikið um man ikki hevur spælt fótbólt síðani skúlatíðina, ella hevur ein dopingdóm sitandi á sær. Les jp.dk

Morten Andersen hevur fingið sáttmála við Atlanta Falcons

Veteranurin millum veteranarnir heldur áframm. 'Kickarin' Morten Andersen hevur verið yrkisleikari í NFL síðan 1982, men í 2004 fekk hann ikki endurnýggja sáttmálan við Minnesota Vikings, og kundi tí ikki taka metið frá Gary Anderson, ið eisini gavst tað árið. Meðan Gary valdi at fiska við flugum, hevur Morten vant í einari almennari park. 19. september sparkaði hann seg til ein nýggjan, eittára sáttmála hjá Atlanta Falcons, sum hann í 1999 var í Superbowl Finaluni við. Eftir restar hjá honum at taka 78 stig fyri at gerast tann mest skorandi spælari í NFL. Les tv2.dk