Google Maps til Android hevur nú í nýggjastu útgávu (6.0) fingið eina funku, so at tú kanst zooma inn og síggja kort innandura, um tú ert í einum bygningi kortlagdur av Maps. Les Lifehacker
android
Nú kunnu øll gera 'apps' til Android
Google lanserar í dag Google App Inventor, ið sambært teimum sjálvum skal gera tað gjørligt hjá okkum øllum at forrita til Android, uttan at duga at forrita. Tey hava sambært The New York Times testað skipanina millum skúlabørn og lesandi uttan teld sum serfak, har onkur til dømis megnaði at gera eitt forrit sum sjálvvirkandi svarar SMS tá ið hann koyrdi bil. Les mashable.com
(Langt) ummæli av T-Mobile G1 'google-phone'ini
Langur tekstur, 260 myndir og 5 videoir. Sí zdnet.com og sí video niðanfyri
Motorola ætlar nokk okkurt við Google Android
Í øllum førum søkja tey eftir einum 300 forritarum, sum duga at forrita í Google Android. Les cnet.com
So er hon her: Googlephone'in
Hon eitur T-mobile G1 ...
Her er ein videoframløga av Android stýriskipanini í henni ...
Les t.d. version2.dk og sí teirra gallarí
Fyrsta Google-phone verður klár týsdagin
Amerikanska deildin av T-Mobile váttar, at tey eru klár við eini HTC Dream fartelefon týsdagin, sum koyrir við nýggju Google Android stýriskipanini. Telefonin verður tó í fyrstu atløgu bara til sølu í USA, í oktober. Les version2.dk
Google bjóðar stórar virðislønir fyri at forrita til Android
Menningaramboðini eru klár til at forrita til Android stýriskipanina til (komandi) fartelefonir, og Google bjóðar tí upp í $25.000 í virðisløn til teirra sum vilja gera forrit til skipanina. Tilsamans $10 mió. Les code.google.com
So kom hon endiliga, Gphone'in
Google lanserar í dag sína 'Gphone', sum vísir seg ikki at vera ein fartelefon, men ein stýriskipan til fartelefonir kallað 'Android'. Les engadget.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 10 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 17 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani