Avira AntiVir Personal fær bestu skoðsmál frá PC World USA og týsku AV-Test, men hevur lýsingar sum summi halda vera irriterandi. Avast Antivirus Home Edition er nummar tvey, men er kanska eitt sindur óbrúkaravinarligt. Síðani koma AVG 8.5 Free og Microsoft Security Essentials Beta. Les fpn.dk
antivirus
Nýggjasta (ókeypis) Panda antivirus býr í skýnum
Panda Cloud verður bara partvís lagt á telduna, og hevur so kjarnufílurnar á internetinum. Harvið tekur antivirus-forritið ikki so nógvar kreftir frá telduni. Les makeuseof.com
Ókeypis antivirus er slettis ikki so galið
Í hesari testini á Ekstra Bladet er tað bara Bullguard 8.0 sum fær fleiri stjørnur, enn t.d. ókeypis útgávan av AVG Antivirus.
AVG 8.0 ókeypis antivirus útgivið, nú eisini við anti-spyware
AVG bjóðar nýggja útgávu av sínum ókeypis antivirus her á sínari heimasíðu, og nú er anti-spyware eisini í pakkanum. Les downloadsquad.com
Nýggj útgáva av (ókeypis) AVG antivirus á veg
Nýggja útgávan skuldi verið klár í dag, og fer afturat verandi antivirus-funku at umfata eisini anti-spyware, anti-rootkit og okkurt sum tey kalla LinkScanner. Alt fyri einki. Les downloadsquad.com
Fá AVG Anti-Virus Pro fyri einki
Vit eru nógv sum longu brúka AVG Anti-Virus Free Edition, men nú bjóðar teldublaðið Computeractive so professionellu útgávuna fyri einki í eitt stytri tíðarskeið. Les downloadsquad.com
Er tíðin farin frá antivirus ?
IT guru Robin Bloor hevur í nakrar mánaðir prædikað at tíðin er farin frá antivirus. Heldur enn at arbeiða við 'svartalistum', har antivirus-forritið leitar eftir kotu sum tað ikki vil hava skal kunna koyra, so mugu vit skifta til 'hvít-listar', har vit bara loyva teimum forritum at koyra sum vit hava álit á. Antivirus-framleiðarar eru sjálvsagt ikki samdir. Les technewsworld.com
Nýggjar viðmerkingar
13 vikur 20 tímar síðani
17 vikur 5 dagar síðani
20 vikur 6 dagar síðani
26 vikur 1 dagur síðani
26 vikur 6 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
27 vikur 4 dagar síðani
28 vikur 6 dagar síðani
29 vikur 15 tímar síðani
33 vikur 9 tímar síðani