Á heimasíðuni ourmobileplanet.com finnast tøl um brúk av fartelefonum í ymsum londum. Hyggja vit at fartelefonini iPhone, so síggja vit, at marknaðarparturin økist tess ríkari íbúgvarnir eru. Búskapar- og brúkaratølini fyri Føroyar stava frá Hagstovuni og statcounter.com.
apple
Apple Snow Leopard etur tíni dáta
Feilur er í nýggjastu útgávu av OS X stýriskipanini til Apple teldur, so at øll tíni persónligu dáta kunnu verða strikað, um onkur hevur brúkt gesta-brúkara-kontoini á telduni. Apple arbeiðir við málinum, men til tá er best bara at halda seg frá gesta-kontoini. Les computerworld.dk
Steve Jobs hevur fingið nýggja livur
Apple stjórin Steve Jobs er í 6 mánaðar sjúkrafarloyvi, vegna eina ikki nærri útgreinaða sjúku. Men nú kemur tað so fram, at hann fyri 2 mánaðum síðani fekk nýggja livur, kanska vegna krabbameinið sum hann varð viðgjørdur og eftir øllum at døma lektur fyri í 2004. Les MercuryNews.com
Spæl sekkjapípu á iPhone
iPiper kostar $0.99 US á iTunes.

Kelda wspeonline.com.
Apple gevst møguliga við at selja Mac Mini
Tað verður sagt, at Mac Mini selur ikki eins væl sum hinar Apple teldurnar. Tí vænta fólk at Apple fer at gevast við at gera slíkar smáar teldur. Les meira á Gizmodo.
Slutt við 'touch pads' á Apple farteldum
Nýggjastu Apple farteldurnar hava touch screen í staðin, sum tú so trýstir á heldur enn at brúka mús. Tey hava eisini droppað plastikk til frama fyri aluminium, so at teldurnar kunnu gerast enn tynri. Les eb.dk
Fá Apple Mac stýriskipan á PC við hjálp av EFIX geyma
EFIX hevur gjørt ein geyma, ið loyvir PC teldur at fáa Mac stýriskipanir. Tíverri riggar geymin fyribils bara til ávís sløg av PC teldum.
Google Chrome er ábending um at stýriskipanirnar eru á veg út
Hetta siga tey her á informationweek.com, nú ein vika er farin síðani nýggi kagin frá Google kom á marknaðin. Windows Vista hevur verið meira "ow" enn "wow", og næsta útgáva av Apple OS X fær sambært Apple sjálvum ongar nýggjar funkur, samstundis sum tað veltir út við nýggju møguleikum gjøgnum kagan.
iPhone kemur at kosta 4.993 ella 5.593 kr í DK
Alt eftir um tú vil hava 8 ella 16 GB, og tá íroknað 6 mánaðar tvungið hald. Les macnation.newz.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 10 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 17 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani