Í statinum Utah í USA hava tey alment settu siðani august í fjør arbeitt einans 4 dagar um vikuna, so at fríggjadagurin nú eisini er vikuskifti. Tey arbeiða so 10 tímar um dagin, heldur enn 8, men hava spart eini 13% av orkunýtsluni til bygningar. Og hartil er sjúkrafráveran fallin. Les ing.dk
arbeiði
'Defragmentera' kóntórið
Bólka ting sum hoyra saman saman, hav ein innbakka til alt sum kemur inn, set upp eina løðistøð og krógva káplarnar. Les lifehacker.com
Soleiðis arbeiddu nakrir av teimum størstu
Beethoven, Churchill, Gandhi og aðrir. Yvirhøvur minni enn man skuldi trúð, við eini rúgvu av variatión og nógvum pausum. Og so gingu so gott sum allir túrar. Les lifedev.net
7 óvanar hjá óeffektivum menniskjum
At vera á skeiva stað, gera tað minst týðandi fyrst, hugsa ov nógv um tingini, halda fast uppá sína meining, osfr. Les fpn.dk
Støðug arbeiðsbyrða kann geva blóðpropp
Framyvir fer danska Arbejdsskadestyrelsen at leggja mál fyri Erhvervssygdomsudvalget, um onkur hevur fingið blóðpropp og tey meta at viðkomandi hevur verið fyri høgum arbeiðstrýsti í longri tíð, uttan at fáa stuðul frá sínum leiðarum. Les eb.dk
KT-fyritøka vil hava øll at taka pausur sum roykjarar
Danska KT-fyritøkan Organisator hevur gjørt serlig pausurúm eisini til ikki-roykjarar, tí at roykjararnir hava víst at sovorðnir steðgir eru góðir eisini fyri fyritøkuna. Les version2.dk
Eingin líkaløn næstu 20 árini
Munurin á lønini hjá donskum monnum og kvinnum er 37.2%, vegna barsil og meira arbeiðsloysi og longri tíð við vánaligari pensjón. Men sjálvt ruddað fyri hesar lutir, eru 12% eftir sum ikki kunnu forklárast. Les epn.dk
Dynamisk tjena 9000 kr meira enn tey nágreiniligu
(Donsk) greining av CV-um vísir at fólk fáa meira í løn um tey kalla seg dynamisk, málrættað, analytisk, kontaktskapandi, framsøkin og virkisfús, enn um tey kalla seg nágreinilig, service-mind'að, samstarvsfús, lagalig, ábyrgdarfull og álítandi. Les ing.dk
7 vanar hjá óeffektivum fólkum
Sum Woody Allen segði tað: “Eighty percent of success is showing up”. Les positivityblog.com
Droppa mjólk, motión og sukur, sigur danskur KT-íverksetari
Søren Kjær Vestergaard heldur at danir mugu uppgeva at arbeiða bara 37 dagar, og droppa at renna runt í sirklar á vallum og rennibreytum, um danir skulu hava ein kjans í globala KT-heiminum. Les version2.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 10 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 17 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani