asus

Asus lanserar Eee Keyboard, og vísir fram felliteldu

Asus Eee Keyboard er ein telda sum gomlu Commodore 64 teldur, har alt er í tastaturinum, og tú so bara setur tað í skermin. Og handan 'felliteldan'... ja, hygg at videoini her, til at meta um.

Eee Top er telda við øllum í einum (touch-)skermi

Asus er nú á veg við einum Eee PC kallað "Eee Top", har alt uttan tastatur og mús er innbygt í einum 16" skermi. Og skermurin er enntá trykk-følsamur. Les hardwarezone.com og sí video niðanfyri

Nú ber til at bíleggja Asus Eee PC 900 frá Elgiganten

www.elgiganten.dk. Talan er um útgávuna við 8,9" skermi og Windows XP, 1 GB RAM og 16 GB flash-harðdiski, fyri 2999 krónur. Expert ætlar sær eisini at selja telduna frá 28. juli, í útgávuni við Linux heldur enn Windows XP, fyri 2499 krónur. Les newz.dk

Nú koma mini-farteldurnar veltandi til okkum eisini

Acer eru longu klár at koyra teirra Aspire One í donsku handlarnar fyri umleið 2200 kr; og AMD, Intel, Nvidia, Via og Asus eru beint í hølunum hjá teimum. Ein Acer Aspire one hevur 8.9 tumma skerm við 1024x600 pixlum, 8 GB flashdisk, 512 MB RAM, 1,6 GHz Atom geril frá Intel, og Linux sum stýriskipan. Les ing.dk

ASUS lanserað borðútgávu av Eee PC

Eee Box B202 er týðiligvís ein kappingarneyti til Mac Mini, við Intel Atom N270 prosessara (1.6GHz), 1-2 GB RAM, GMA 950 grafikk, tráðleyst net og 80-160 GB harðdisk. Stýriskipanin er Linux ella Windows XP. Les pcmag.com

Eee PC 900 er fyrsta XP telda við multi-touch

Nýggja mini-farteldan frá Asus fær heilt góð ummæli frá CNet, m.a. tí at man kann zooma inn við at klípa fingrarnar saman á 'trackpad'inum. Les cnet.co.uk

CLT og Intel á marknaðin við Eee PC kappingarneytum

Intel lanseraði herfyri Classmate 2, sum er ultrabílig fartelda serliga ætlað børnum, og síðani kom CLT nú við 2go PC Netbook. Les engadget.com

Asus Eee PC nú við XP

Ella tað vil siga 9. apríl, í USA. Orsøkin er ikki at tey hjá Asus velja droppa Linux, men at tey vilja lata keypararnar kunna velja. Les newz.dk

Næsta Eee PC fær touchscreen og kanska GPS

Ikki eiti á. Les engadget.com

Asus Eee PC kemur IKKI til Danmarkar í apríl

Orsøkin er at lítla farteldan selur so væl í teimum londum har hon longu kann keypast, at tey ikki hava lutir til at víðka til Danmarkar eisini. Samstundis er ein nýggj útgáva á veg, við 9 tumma skermi har hin hevur 7. Les newz.dk