asus eee

Asus Eee Keyboard telda hevur innbygdan 'touch screen'

Asus vísti Asus Eee Keyboard telduna á CES 2009. Teldan er bygd í eitt knappaborð, sum hevur Atom N270 flís, battarí, tráðleyst net (WiFi), Windows XP, Bluetooth, 16 ella 32 Gb SSD harðdisk, 1 Gb ram, innbygd 5" 'touchscreen' og tráðleyst HDMI samband. Teldan verður at keypa í heyst. Les meira á eeextra.com og gizmodo.

Nú koma mini-farteldurnar veltandi til okkum eisini

Acer eru longu klár at koyra teirra Aspire One í donsku handlarnar fyri umleið 2200 kr; og AMD, Intel, Nvidia, Via og Asus eru beint í hølunum hjá teimum. Ein Acer Aspire one hevur 8.9 tumma skerm við 1024x600 pixlum, 8 GB flashdisk, 512 MB RAM, 1,6 GHz Atom geril frá Intel, og Linux sum stýriskipan. Les ing.dk

Í Kanada fáa tey eina Asus Eee farteldu frá bankanum, tá ið tey stovna konto

Hetta má sjálvsagt eisini koma til Føroyar. Les engadget.com

Eee PC kappingarneytin frá Acer verður bíligari og vakrari

Vit bíða enn eftir at sleppa at keypa bíligu (og rættiliga vøkru) fartelduna frá Asus; men ókey, kanska kemur Acer áðrenn við onkrum betri. Les engadget.com

Asus Eee er eitt 'no-brainer' keyp

Úr ummælinum: "A scrappy, aggressively priced two-pound notebook with a surprisingly broad set of features, Eee is a no-brainer purchase for tech-savvy travelers who want to downsize their luggage at low cost". Les seattlepi.nwsource.com