átrúnaður

Pávin doypti kendan muslim á páskamessuni

Segði nakar provokatión? Les eb.dk

320.000 skrivað undir mótmæli um Muhammed tekningar í Wikipedia

Jyllandsposten skrivar 180.000, men beint nú er talið 322.637. Samstundis blokerar Pakistan fyri YouTube í landinum, av tí at teknifilmar har eisini vísa Muhammed. Les jp.dk

Vísindafólk geva tær Gud í einum hjálmi

Vísindin hevur kortlagt tey øki í heilanum sum geva 'religiøsa eufori', og siga seg tí kunna endurskapa følilsi at vera nær Gudi, við einum serligum hjálmi. Les slashdot.org

Offraðu tvær geitir til at fáa flogfarið í ordan aftur

Nepal Airline hevði so stórar trupulleikar við einum Boeing 757 flogfari herfyri, at tey valdu at offra tvær geitir. Trupulleikin varð loystur. International Herald tribune skrivar her at ein myndamaður varð afturhildin í fleiri tímar fyri at hava tikið myndir av offringini. Les engadget.com

Einki heilagt í nýggja danska Nýggja Testamenti

Danir fáa nú eitt núdanskt 'meiningagrundað' Nýggja Testamenti, í staðin fyri tað gamla sum er umsett orð fyri orð. Burtur eru orð sum 'hellig' og 'barmhjertig', við tað at danir ikki skilja hasi orðini longur. Les jp.dk

Fólk í North Carolina kunnu nú svørja á Koranina

Ein dómari hevur avgjørt at tað ikki bara skal vera loyvt at svørja á bíbliuna, men eisini á einhvørja aðra átrúnaðarliga bók, í sambandi við rættarmál. Les eb.dk

Bíblian er ov fúl fyri kinesarar

Yvir 800 Hong Kong íbúgvar hava biðið myndugleikarnar har um at klassa bíbliuna sum 'ósømilig', av tí at har er so nógv sex og harðskapur í henni, incest og neyðtøkur. Les yahoo.com

Pat sigur at Gud sigur at okkurt massamorð verður í USA í 2007

Evangeliski Pat Robertson sigur at Gud hevur sagt við seg, at terroristar fara at fremja eitt massamorð onkunstaðni í USA í 2007. "The Lord didn't say nuclear. But I do believe it will be something like that." Les cnn.com

Internetið fer at forkoma kríggi og átrúnaða, siga vísindafólk

Web-blaðið The Edge spurdi 150 vísindafólk, hvat tey væntaðu sær av komandi árunum. Eitt av generellu svarunum var, at útbreiðslan av vitan gjøgnum internet og fartelefoni fer at máða støðið undan religiøsari fanatismu og ignoransu. Serliga 'teoriin um alt' fer at geva deyðsstoytið til tað sum t.d. lívfrøðingurin Richard Dawkins kallar "religion and other juvenile superstitions". Les guardian.co.uk