Philip Norrie hevur sín egna víngarð í New South Wales, har hann bryggjar vín við 100 ferðir so nógvum antioxidantum sum vanlígt vín, í eftir øllum at døma virkar sum ein 'regulerur vaskulerur pípureinsari'. Merkið er Resveratrol Enhanced Wine (R.E.W.) frá vínhúsinum Pendarves, sum sambært fpn.dk kemur á skandinaviska marknaðin skjótt.
avstralia
Avstralia skal selja uran til Russland
Man skuldi trúð at Russland var ríkiliga ríkt uppá náttúruríkidømi, men allíkavæl vilja tey nú keypa uran úr Avstraliu. Les eb.dk
4 metrar høgt skúm á avstralskari strond
Tað einu løtuna hugnaðu fólk sær í briminum, og næstu løtu var alt skúm. Vísindafólk siga at tað var salt og kemikaliur og annað í havinum sum varð skúmað upp av serligum veðurfrøðiligum umstøðum. Les dailymail.co.uk
Uppøstur maður koyrdi á telefonmastrar í einum hervogni
Herfyri bleiv ein maður í øðini um vánaliga fartelefon sambandi í Sydney, at hann koyrdi á telefonmastrar í einum hervogni. Les futuremusic.com
Big Brother luttakari veit ikki enn at pápin er deyður
Avstralska Emma Cornells veit ikki enn at pápi hennara doyði av krabbamein fyri meira enn eina viku síðani. Pápin vildi tað so, men fólk ivast sjálvsagt í um tað var rætt av Big Brother produsentunum at loyva tí. Les ekstrabladet.dk
Lívfrøðingur ætlar sær at liva undir vatni í 2 vikur
Algur skulu vera bæði føði og kelda til oxygen, har hann skal búgva í einum forseglaðum kassa í 2 vikur. Hann fer eisini at hava el, við hjálp av eini kondisúkklu. Líknandi royndir hava verið gjørdar av vísindafólki hjá NASA í 90unum. Les treehugger.com
Super-zoom í Google Maps
Summa staðni í Google Maps ber til at zooma óvanliga nær, sum til dømis á vístu mynd úr Chad, har man týðiliga sær kamelin, togendar á jørðini, fótaspor og sníðið á beduininum sum hyggur upp. Les outer-court.com
Avstralskt alduanlegg kann tola eina 100 ára langa ódn
Í gjár hoyrdu vit um eitt alduanlegg í Portugal, sum skotar hava mennt. Tað var ikki heilt kappingarført við fossilu orkuverkini, men skotar vónaðu at prísurin fór at falla líka nógv sum viðvíkjandi vindorku. Men nú hoyra vit at avstralar longu hava kappingarfør anlegg, sum enntá tola risaaldur út í eitt í 100 ár. Les ing.dk
Fór við øðrum í svøvni
Tað er eydnaðst serfrøðingum at lekja eina avstralska kvinnu, sum hevði ein serligan trupulleika við at ganga í svøvni. Nevniliga at hon í fleiri mánaðir í svøvni fór upp um náttina, og út at hava sex við fremmandar menn. Hon minntist einki til tað sjálv, tá ið hon var vakin, men hon og maðurin fingu illgruna um at okkurt var áfatt, m.a. tí at brúktar hýtir ofta lógu sløddar runt um í húsinum. Eina nátt fór maðurin so upp at leita, og fann hana í heitum ástarleiki við onkran ókendan. Sovandi. Les newscientist.com
Avstralar síggja live hagtøl á t-shirt hjá ítróttarfólki
Avstralar royndarkoyra í løtuni nakrar serligar t-skjúrtur á kurvabólts-spælarum, sum allatíð vísa hvussu nógv stig viðkomandi spælari hevur skorað,og nógv straffi hann hevur atvoldað, hvussu nógv tíð er eftir, og tílíkt. Talan er um ein skipan við lýsandi strikum á síðuni av blusuni, ið verða stýrdar av eini lítlari teldu. Les newscientisttech.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 10 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 17 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani