bankavirksemi

Danskir (og føroyskir) netbankar eru ov vánaliga tryggjaðir

Svenska Nordea innførir nú tíðaravmarkaði loyniorð, sum skiftast út hvørt minutt, til at umganga at teldusníkar kunnu avlúra kotuna. Einans Jydske Bank hevur nakað tilsvarandi í Danmark. Les newz.dk

Fekk rokning tí hon átti pengar til góðar á kredittkortinum

Amerikanski kreditkorts-risin MBNA er byrjaður at taka pengar frá fólki um tey hava goldið ov nógv inn aftur á kortið. Bretska Carolynn Shaw átti av ókendum orsøkum £1.05 til góðar á kortinum, og fekk afturfyri bræv frá teimum, um at brúka pengarnar áðrenn næsta mánaða, ella fáa eina rokning á £10. Uppkravið er ikki ein gang éingangs, men verður kravt umaftur árliga, um ikki fólk fáa kontoina í debet aftur, so tey kunnu gjalda rentur sum vanlig fólk. Les telegraph.co.uk