battarí

Breta ætla at bilurin skal verða battaríið

Granskarar á Imperial College London hava mennt eitt tilfar sum teir ætla skal verða bæði skrokkur og elgoymsla í framtíðar elbilum og fartelefonum. Í fyrstuni sum ískoyti til battaríið, til at fáa longri driftstíð við sama battarí og minni vekt. Og møguliga einaferð í framtíðini, so at bilurin sjálvur er battaríið.

Nær er betur at brúka eingangs-battarí?

Um tú vilt spara pengar, so loysir tað seg sambært leopenzo.com betur at brúka eingangsbattarí til tól sum brúka lítlan streym, so sum klokkur, útvarp, roykalarmar og fjarstýringar, við tað at tey yvirhøvur missa streymin spakuligari enn endurnýtslubattarí. Men fyri umhvørvið er tað nokk altíð betur at brúka endurnýtslubattarí. Les lifehacker.com

Uppløðilig battarí við vilja veikari enn tey vanligu?

Hesin tók eitt Energizer 'D' uppløðiligt battarí sundur og uppdagaði at tað fyri so vítt bara er eitt væl minni battarí (enn tey vanligu) inni í eini plastikk skel. Pástandurin er at framleiðararnir við vilja gera tey grønu battaríini veikari, til at fáa okkum heldur at keypa hini. Les newstarget.com

Nú fara battaríini at ganga undan

Fyri hvørt Sony-battarí sum fartelduframleiðararnir hava verið noyddir at kalla aftur, hava teir sjálvsagt eisini verið noyddir at senda eitt nýtt út til viðskiftafólkið eisini. Og tí verður kreppa nú um jólini, serliga hjá teimum smáu framleiðarunum. Les ing.dk

Acer nýtist IKKI at afturkalla Sony battarí

Ótrúligt at tað skuldi verða tíðindi at fortelja um hvør sum IKKI hevur trupulleikar av Sony battaríunum. Men fyribils eru tað altso bara Acer og Hewlett-Packard sum ganga fríir, av teimum stóru. Les ing.dk

Battarígølan er dýr fyri Sony

Sony hevur triðja ársfjórðing í ár bara tjent 84 milliónir krónur, har tey sama tíðarskeið í fjør tjendu 1,5 milliardir krónur. Hetta fall á 95% skyldast fyrst og fremst at tey hava brúkt 2,5 milliardir krónur uppá at kalla aftur vandamikil farteldubattarí. Les politiken.dk

Sony afturkallar 340.000 farteldubattarí... afturat

Nú eru farteldur frá Gateway eisini komnar á listan (Apple, Dell, Fujitsu, Gateway, Hitachi, IBM/Lenovo, Panasonic, Sharp, Sony, Toshiba). Sum teir siga her á engadget: "it's probably just safest to assume that no matter what your notebook, your battery is or will be recalled -- so be wary, and keep an eye out for battery recall pages". Les engadget.com

Nú kallar eisini Sony farteldubattarí aftur

Sum rosinan í pylsuendanum er Sony nú eisini farið at kalla aftur farteldubattarí, vegna eksplosiónsvanda. Áðrenn hetta hatta Dell, Apple, Toshiba, Lenovo, IBM, Hitachi, Fujitsu og Sharp kallað aftur battarí, harav flestu (um ikki øll) eru framleidd av Sony. Les reghardware.co.uk

Enn ein fartelda í flammum, hesu ferð á flogvøllinum í Los Angeles

Hesa ferð var tað ein IBM Thinkpad, og tað sigur seg sjálvt at fólk flippaðu út, í ræðslu fyri at tað var eitt bumbuálop osfr. Við mynd av hvar teldan brendi hol á teppið í fráferðarhølinum. Les engadget.com