Um tú koyrir mjólk í te so mótvirkar tú góðu effektina av te. Tveir koppar av spearmint te verður hildið at vera nokk til at forða ov nógvum hárvøkstri hjá kvinnum. Og annað (ikki bara um te :-) Les bbc.co.uk
bbc
YouTube og BBC gjørt avtalu
BBC og YouTube hava gjørt eina avtalu um at YouTube í framtíðini bjóðar fram BBC-tilfar á trimum serligum YouTube-rásum; eina við tíðindum og tvær við undirhaldi. Tíðindarásin og onnur undirhaldsrásin fara at vera lýsingafíggjaðar, meðan hin undirhaldsrásin er ein "public service" rás uttan lýsingar. Les bbc.co.uk
BBC fer nú at gera digg-líknandi sjónvarp
Leygardagin fara tey at royna eina tíðindasending har alt tilfarið er fingið frá ella viðmælt av brúkarum. Tað verður nokk ikki so ringt at finna tilfar, tí heimasíðan hjá BBC fær longu sum er eini 10.000 teldupostar við hugskotum til tíðindi, viðmerkingum, myndum og øðrum, hvønn dag. Les journalism.co.uk
Teldur á internetinum verða álopnar 4 ferðir um tíman
BBC setti herfyri eina 'lokkidúgvu' á internetið, at máta hvussu títt ein óvard telda við XP Home Edition varð álopin. 4 ferðir um tíman varð hon fyri álopi sum kundi verið vandamikið, men sum tó 'bara' vísti seg at vera irriterandi; sum t.d. at onkur trygdarfyritøka reklameraði gjøgnum Windows Messenger. Eina ferð um tíman varð hon álopin fatalt av ormum sum SQL.Slammer og MS.Blaster, ið tó høvdu verið steðgaðir við standard firewallinum var tendraður. Og éina ferð um døgnið var hon fyri hackara-álopi, har onkur royndi at fáa ræði á henni. Les ing.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 10 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 17 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani