beijing 2008

Taekwondo-íðkari á OL sparkaði dómaran í høvdið

Kubanski taekwondo-íðkarin Angel Valodia Matos varð kolldømdur í bronsudystinum á OL, og valdi tí at sparka svenska dómaran í høvdið. Ikki so snilt, tí nú er hann útilokaður fyri lívstíð, av altjóða taekwondo-sambandinum. Lesið spn.dk

5 OL met sum mest sannlíkt falla í Beijing

Nøkur boð uppá hvørji av størstu metum sum fara at falla. Tey vænta t.d. at Michael Phelps tekur metið frá Mark Spitz í at vinna flest OL gull á einari stevnu, og at tað yvirhøvur fara at verða sett flest heimsmet nakrantíð. Les 2008beijingolimpics.com

Skjótt útselt til OL

Hetta verða tá fyrstu olympisku leikir har øll atgongumerkini eru seld. Les eb.dk

Hvørjir eru hasin bandin runt um OL kyndlaberaran?

Svarið er ein serlig paramiliter eind hjá kinesarum. Les timesonline.co.uk

Kinesarar vilja forða fyri regni á OL við flogførum og kanónum

Sannlíkindini eru vanliga 50% fyri at tað regnar í Beijing í august, men á OL skal tað vera regnfrítt við at brúka superteldu, tvey flogfør, umframt einar 20 kanónir og rakettir. Les ing.dk

Nýggj dopingtest klár til OL í Beijing

Nú kunnu tey eisini kanna fyri HGH ("Human Growth Hormone"). Les eb.dk

Danmark góðar vónir til OL m.a. vegna Katrin Olsen

Hon verður beinleiðis nevnd her, í sambandi við at Team Danmark nú væntar sær fleiri heiðursmerki við Olympisku Leikir í Beijing í summar, vegna góðu støðuna serliga millum rógvarar. Les eb.dk

Gebrselassie vil ikki renna í Beijing vegna dálkingina

Etiopiska maraton stjørnan Haile Gebrselassie hevur meldað avboð til Olympisku Leikir í Beijing í summar, tí at hann metir at dálkingin har fer at ganga út yvir heilsuna. Hann hevur astma. Les eb.dk

Kina ætlar sær at stýra veðrinum á OL

Serfrøðingar meta kjansin fyri regnæl á Olympisku Leikum í Beijing 2008 at verða umleið 50%. Men kinesarar ætla sær at forða fyri hesum, við at tøma himmalin fyri regn dagarnar undan. Kanska eitt hugskot til Summarfestivalin? Les newsday.com

Steroidir í kinesiskum mati kunnu skapa kaos á OL í Beijing 2008

Kinesiskir bóndir koyra so mikið nógv anabolsk steroid í djórini, at tað kann sláa út í doping-eftirlitinum, um ítróttarfólk eta kinesiskt kjøt. Og tað er sjálvsagt ein stórur trupulleiki, nú OL skal vera í Beijing í 2008. Bara í september gjørdust 336 fólk í Shanghai sjúk av at eta svínakotelettir sum vóru proppaðar við steroidum. Les eb.dk