big brother

Kastrup Lufthavn fylgir við hvar tú er á flogvøllinum

Danir testa í løtuni eina skipan á flogvøllinum í Kastrup, sum fylgir við hvussu lutir sum farteldur og telefonir við tráðleysum neti ferðast runt á flogvøllinum, við 3 meturs presisión. Ferðafólk kunnu eisini velja at taka niður eina iPhone app, sum kann siga tær frá tilboðum nærhendis har tú stendur. Les engadget.com og The New York Times.

9 kvinnur bjargaðar frá følskum 'Big Brother'

9 turkiskar kvinnur hildu seg vera slopnar við í eini 'Big Brother' líknandi sjónvarpssending, og lótu seg tí steingja inn í eini hús í 2 mánaðir. Men tað vísti seg at har eingin sjónvarpssending var, men at bakmennirnir í staðin tóku myndir av teimum meira og minni úrlætnar, at selja á netinum. Les Hürryet

Svøríki fer at avlurta samrøður og dátaferðslu til Russlands

Ein heilt stórur partur av samskiftinum millum Russland og heimin fer gjøgnum Svøríki, og sviar fara tí nú at brúka sína nýggju "Big Brother" lóg til at avlurta samskiftið, til egna nýtslu og til at býta við onnur lond. Les jp.dk

Spión-robott-kykt í USA?

Fólk hava sæð eitt ókent vespulíknandi metall-kykt í sambandi við mótmælisgongum í New York og Washington D.C., skrivar Washington Post. Les eb.dk

Big Brother luttakari veit ikki enn at pápin er deyður

Avstralska Emma Cornells veit ikki enn at pápi hennara doyði av krabbamein fyri meira enn eina viku síðani. Pápin vildi tað so, men fólk ivast sjálvsagt í um tað var rætt av Big Brother produsentunum at loyva tí. Les ekstrabladet.dk

Alt lívið online so at FBI ikki skal senda hann til Guantanamo

Hasan Elahi sigur seg av misgáum vera stemplaðan sum terrorist av FBI, og hevur tí seinastu 3 árini konstant skrásett sína GPS-positión við myndum á bloggin hjá sær. Les boingboing.net

USA fer at taka skráseta DNA hjá øllum handtiknum

Til nú hava tey bara havt loyvi at skrásett DNA hjá dømdum brotsverksmonnum og -kvinnum, men nú verður tað meira a la fingramerki, at tey taka DNA av einum og hvørjum sum av onkrari orsøk endar á løgreglustøðini. Les nytimes.com

Í framtíðini fer tað at vera kul at vera ókendur

Tað var tann tíð at man skuldi gera okkurt fyri at gerast kendur, men í dag kann man verða kendur bara fyri at vera kendur (Paris Hilton), ella tí at man kom til at gera okkurt býtt ella ófantaligt, sum so endaði á YouTube, litterbug, caughtya, ... "In our brave new world, Big Brother isn’t just watching; he’s snooping." Les thestate.com

Ansa eftir hvat tú gert, ella grannin koyrir tað á netið

Blómingin av 'web 2.0' hevur viðført eitt ótal av 'sosialum' heimasíðum, har fólk við myndum og video avdúka og almannakunngera alt møguligt sum onnur fólk gera galið. Okkurt er kanska í lagi, sum til dømis at fólk í Los Angeles kunnu almannakunngerða løgregluharðskap á http://www.copwatchla.org/, og at guvernørurin í Texas hevur ætlanir um at gera eina sosiala síðu har fólk kunnu síggja og avdúka um onkur meksikani roynir at sníkja seg yvirum markið til USA. Meen, har er nógv annað, sum t.d. http://caughtya.org/ har fólk avdúka onnur sum parkera ólógligt á parkeringsplássum til brekaði, ella http://litterbutt.com um fólk sum koyra blaka rusk frá sær, ella http://hollabacknyc.blogspot.com/ um fólk sum gera øðrum ónáðir á alfaravegi, ella http://rudepeople.com/ um fólk sum eru ljót í munninum, ella http://roadrage.the-joys.com/ um fólk sum koyra svakt. Sambært Wall Street Journal var onkur síða enntá so frek, at hon bjóðaði fólki at kunna fáa fráboðan ífall onkur klagaði um teirra bilnummarplátu, afturfyri eitt gjald á 5 dollarar um mánaðin.

Kennir tú hendan herverksmannin ?

Løgreglan í Slagelse er troytt av at bíða eftir at ein herverksmaður meldar seg sjálvan, eftir at hava gjørt seg inn á eina penga-automat. Og almannakunngera tí (týðiligu) myndina av vandalinum. Les eb.dk