Continental hevur mennt eitt slag av stereokamera til bilar, sum við integratión við bremsuskipanina kann meta um frástøðuna til fótgangarar og aðrar bilar, og bremsa um tað er neyðugt. Les engadget.com

alt møguligt og meira
Continental hevur mennt eitt slag av stereokamera til bilar, sum við integratión við bremsuskipanina kann meta um frástøðuna til fótgangarar og aðrar bilar, og bremsa um tað er neyðugt. Les engadget.com

Granskarar á Imperial College London hava mennt eitt tilfar sum teir ætla skal verða bæði skrokkur og elgoymsla í framtíðar elbilum og fartelefonum. Í fyrstuni sum ískoyti til battaríið, til at fáa longri driftstíð við sama battarí og minni vekt. Og møguliga einaferð í framtíðini, so at bilurin sjálvur er battaríið.
Verandi heimsmet er umleið 1250 km/t, men nú ætla nakrir bretar at fáa ein bil at koyra 1600 km/t. Við kulum kulum myndum av bilinum. Les timesonline.co.uk
Tey ætla í staðin at framleiða bilarnar til at brúka alternativar orkukeldur sum ravmagn og biolju. Les autobloggreen.com
"Alligator Alley" í Florida vinnur her í greinini hjá Wired, fyri at vera beinur vegur við fáum kullum og lítlum ferðslueftirliti. Harnæst A81 í Týskalandi, og ekspressvegurin millum Mumbai og Pune í India. Les wired.com
Gráir og silvurlittir bilar eru mest seldu bilar, sum tíverri eisini eru lutfalsliga oftast í ferðsluóhappum. Betri er at keypa sær ein hvítan bil, ella kanska enntá ein ljósagulan. Les fpn.dk
Kendu bretsku bilmerkini eru nú indisk. Les eb.dk
Orsøkin er at bensingoymslurnar eru á tremur, samstundis sum trot er á diesel. Les eb.dk
Fyrstu 12 bilar eru japanskir á 'álitisbarometrinum hjá' bretska tryggingarfelaginum Warranty Direct, yvir teir brúktu bilar sum krevja minst viðlíkahald. Hinvegin metir bilpriser.dk at Skoda ger teir mest økonomisku stationcar'arnar. Les eb.dk
Zero Pollution Motors ætlar at byrja framleiðslu til amerikanska marknaðin seint í 2009 ella tíðliga í 2010. Talan er um ein bil sum brúkar trýstluft upp til 35 mph (56 km/t), og síðani brennievni til at hita upp luftina, so at hann kann koyra enn skjótari (og longri). Ein tangi av luft og 8 gallons (30 litrar) av bensin skuldi verið nokk til at koyra millum 800 og 1000 miles (1200 og 1600 km). Les popularmechanics.com
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 5 tímar síðani
2 dagar 14 tímar síðani
1 vika 3 dagar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
3 vikur 14 tímar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 4 dagar síðani
4 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 11 tímar síðani
8 vikur 5 dagar síðani