børn

Børn kunnu læra tað tey vilja

Áhugaverdur fyrilestur hjá indiska Sugata Mitra her, um hvussu børn kunnu læra seg sjálvi alt møguligt, líka mikið um tey duga at lesa ella skriva málið, um bara tey fáa eina teldu og internet og hvønn annan at styðja seg til.

Barnakona gjørdist upp á vegin tvær ferðir

Tað eitur "superfetatión", tá ið Julia Grovenburg í Arkansas fyrst gjørdist upp á vegin eina ferð, og síðani aftur við einum barni afturat, tvær vikur seinni. Børnini hava hvør sína termin, men vanliga verður tað tó so, at tað seinna barnið verður føðt eitt sindur ov tíðliga. Les time.com

Børn burdu lært maskinskriving í skúlanum

Gordon Rayner á Telegraph.co.uk heldur, at børn í dag burdu lært maskinskriving sum tvungið fak í fólkaskúlanum, á linju við lesing, skriving og rokning. Hetta sum fyrireiking til at brúka tað knappaborðið, sum flestøll allíkavæl skulu brúka restina av lívinum..

Nú kanst tú svara, hví himmalin er bláur

Bretar meta at umleið 80% av foreldrum hava upplivað vísindaligar spurningar frá sínum børnum, sum tey ikki kundu svara uppá. Sovorðið sum "hví er himmalin bláur?". Og tí hevur "Department for Business, Innovation and Skills" sjósett eina heimasíðu kallað "Science: So what? So everything", har tú kanst fáa svar uppá sovorðnar spurningar. Les BBC News

Scratch er forritanarmál frá MIT til børn

Við Scratch kunnu børn og barnsligar sálir forrita smáar teknifilmar og annað meira interaktivt, við einføldum boðum sum t.d.

"when dinosaur is clicked
move 30 steps
say hello for 2 secs
play sound doy-doy-doy
wait until ()
stop script"

Til ber at leggja úrslitini upp á heimasíðuna scratch.mit.edu

Les makeuseof.com

Børn hava gott av at spæla telduspøl, sigur ES

Ein nýggj kanning fyri ES-parlamentið staðfestir, at einki samband er millum telduspæl og harðligan atburð. Hinvegin hava børn beinleiðis gott av at spæla telduspæl, til at læra at hugsa strategiskt, skapa, samstarva og finna uppá. Les newz.dk

Børn sum motionera fáa hægri karakterir í skúlanum

Ein amerikansk kanning av 317 næmingum vísti, at tey børnini sum fingu regluliga motión, fingu 30% betri karakterir enn tey sum høvdu vánaligast kondi. Les fpn.dk

Mamma sum 70 ára gomul

Ein indisk kvinna er nú offisielt heimsins elsta mamma. Pápin er 77. Les eb.dk

Morgunmaturin avger um tú fært drong ella gentu

Gransking á University of Oxford og University of Exeter vísir at kvinnur sum eta lutfalsliga meira kornvørur lættari fáa dreingir, enn kvinnur sum eta lítið. Hetta kann vera ein orsøk til at lutfalsliga nógv gentubørn verða fødd í dag, nú onnur hvør kvinna er 'upp á kur'. Les ing.dk

Fá tær børn um tú vilt liva longri

Kanning av 1,5 mió kvinnum og monnum í tíðarskeiðinum 1980-2003 vísir, at barnleysar kvinnur millum 45 og 68 ára hava 50% størri kjans at doyggja enn kvinnur við tveimum børnum, og menn 38%. Orsøkin er nokk mest at fólk broyta lívsstil tá ið tey verða foreldur. Les fpn.dk