børn

Tetris innbúgv til børnini

Tetrislíknandi skúmgummiklossar at byggja saman til hvat børnini nú einaferð hava hug til at hava í kamarinum (sofasett, holu, borg, ...) Les kotaku.com

Børn gera kistu til doyggjandi lærara

Ein hálendsk lærarinna hevur bara nakrar fáar vikur eftir, og hevur tí fingið skúlanæmingarnar hjá sær at smíða sær eina kistu. Les metro.co.uk

Barnafrí øki á charter-túrum hjá Star Tours

Nøgdin á børnum er næstan eksploderað á charter-túrunum hjá Star Tours, og tey bjóða tí barnafølsamum fólki frið fyri børnunum, afturfyri ein meirkostnaða. Les eb.dk

Børnini KUNNU verða tín deyð

Ein kanning í Proceedings of the National Academy of Science staðfestir nú, at tess fleiri børn fólk hava, tess vánaligari er heilsan, og tess størri er vandin fyri at doyggja tíðliga. Serliga hjá mammunum. Les jp.dk

67 ára gomul fekk tvíburðar

Og tey livdu, og harvið er tað heimsmet við einum ári. Hetta var á Hospital de Sant Pau í Barcelona, Spania. Les jp.dk

10 tær vandamiklastu leikurnar nakrantíð

Leikuframleiðarar hava ikki altíð hugsað tankan heilt út, tá ið teir funnu pá okkurt nýtt. Her verða listaðar upp vandamiklar leikur, sum t.d. risa-dartpílar, kjarnuorku-laboratiorium sum veruliga strálaði børnini, heingi-koyggjur sum kvaldi tey, og dukkur sum bitu fingrarnar av. Les radarmagazine.com

Danskur frítíðarskúli forbjóðar knív í Counter-Strike

Á Sabro frítíðarskúla nær Århus sleppa børn í 4. flokki og eldri at spæla skjótispælið Counter-Strike upp til 2 tímar um vikuna... men tey mugu ikki brúka knív. Knívur er eftir øllum at døma verri enn byrsur, hondgranatir, flammukastarar, ... Les newz.dk

Óhugnalig russisk spælipláss

Myndir av spæliplássum í Russlandi. Man má nokk verða vaksin upp har til at tora at spæla á teimum. Les englishrussia.com

Barnið yvirlivdi at enda í fallstammuni

Hon visti gott nokk av at hon var full upp undir hendur, tá ið hon fór á WC. Men so fór vatnið og barnið reyk niður í WC og víðari niður í rørið. Lukkutíð fingu bjargingarfólk og læknar bjargað barninum. Les jp.dk

Vistu ikki at tað skuldi kynslív til at fáa børn

Sambært hesi grein vitjaðu eitt týskt par (hann 36 og hon 30) eina fertilitets-klinikk, tí at tað eftir átta árs hjúnarlag ikki hevði eydnast teimum at fáa børn. Men spurd um hvussu ofta tey høvdu sex spurdu tey 'hvat er tað?'. Viðmerkt verður at tey ikki vóru brekað ella nakað, men bara uppfostrað í religiøsum heimum. Les stunning-stuff.com