brasil

Brasil fer at telja fólkið upp við fartelefonum

The Brazilian Institute of Geography and Statistics (IBGE) hevur keypt inn 150.000 LG 750 GM fartelefonir við GPS, ið tey ætla at nýta til fólkateljing í landinum. Ein fyrimunur er GPS-funkan, sum tey ætla at nýta til nágreiniliga at staðfesta hvar hvørt einstaka húsarhald býr. Les pbahra.com

Fær endurgjald tí hann bleiv alkoholikari av ølsmakkarastarvinum

Størsta bryggjaríið í Brasilia skal gjalda einum fyrrverandi ølsmakkara 270.000 krónur fyri at hann varð alkoholikari, av at skula drekka um 1.5 litur av øli um dagin á arbeiðinum. Bryggjaríið royndi at verja seg við at maðurin var alkoholikari longu áðrenn starvið, men tað helt dómarin vera ein vána umbering... so skuldi hann ongantíð hava fingið starvið. Les jp.dk

Kúlu-snarljós gjørd á royndarstovu í Brasil

Kúlu-snarljós, sum vit nokk best kenna frá Tintin, eru eitt so mikið sjáldsamt fænomen, at vísindafólkini ikki rættiliga hava vita hvat tað var, og hví tey verða skapað. Teoriir hava verið um at talan var um plasma fanga í magnetfelt, ella at tey vóru skapt sum partur av Big Bang. Men nú hava vísindafólk í Brasil klárað at skapað sovorðin snarljós á royndarstovu, og talan er altso um at snarljós fær silica úr jørðina at fara upp í luftina sum gass. Les newscientist.com