Hetta hava bretskir granskarar kunnað staðfest, eftir sjálvmorðsbumburnar í 2005. Helvtina so fá gjørdu sjálvmorð eftir tað, kanska tí at man følir seg meira sum partur av einum bólki, tá ið alt landið verjir seg ímóti terror. Les videnskab.dk
bretland
Bretskir kjarnorkukavbátar nú dagførdir til Windows XP
The Royal Navy hevur her í desember fullførd sína Windows for Submarines™ verkætlan, har sensor- og vápnaskipanir umborð á teirra Trident kjarnorkukavbátum nú verða stýrdar við teldum sum koyra í summum førum Windows 2000, men oftast Windows XP. Tey vænta at spara einar 150 milliónir krónur næstu 10 árini, við at brúka standardvøru heldur enn serforritaðar stýriskipanir. Les theregister.co.uk
Læknar gjørt fostur uttan bróstkrabba
Bretskur læknar hava hjálp eini kvinnu við at gerast upp á vegin við fyrsta barn nakrantíð sum hevur garanti uppá ikki at kunna fáa bróstkrabba. Les eb.dk
Nú fáa fólk í grannalondum okkara farteldur fyri smápengar
Í Noregi kann man nú fáa eina IBM Thinkpad farteldu fyri eina krónu, um man samstundis bindir seg til eitt ára fartelefonhald. Bretar hava líknandi møguleikar, og nú fáa danir tað eisini. Les eb.dk
Hendan kvinnan minnist alt
Granskararnir kunnu spyrja hana um hvørt nikk og prikk frá einaferð í 1980 til í dag, og hon minnist tað sum um tað var í áðni. Les telegraph.co.uk
Blakaði seg á eina granat til at bjarga vinunum... og yvirlivdi
Ein 24 ára gamalur bretskur hermaður fær hægstu heiðursløn fyri at hava blakað seg yvir eina granatfellu. Hann fekk 'bara' sjokk og nasablóð, tí at ryggsekkurin og brynjan tóku kraftina frá spreingingini. Les bbc.co.uk
Fekk amerikanskar hernaðarloynidómar í telduposti
Bretski Gary Sinnott setti upp heimasíðuna www.mildenhall.com til at lýsa við sínum heimbýi Mildenhall, og fekk so líðandi meira og meira teldupost ið var ætlað amerikansku flogstøðina RAF Mildenhall. M.a. vitan um flogruturnar hjá amerikanska forsetanum, sum annars eru ógvuliga loyniligar. Les epn.dk
Wikipedia bannar bretska heilsumálaráðið
Fólkini aftanfyri Wikipedia hava sett forboð ímóti at IP adressan hjá bretska "Department of Health" sleppur at broyta í Wikipedia skjølum, av tí at tey eftir øllum at døma 'konstant' hava framt broytingar. Les dizzythinks.net
Einki CO2 útlát frá bretskum húsum ár 2016
Bretska stjórnin ætlar at tað longu um átta ár skal vera forboðið at byggja hús í landinum sum leiða út so mikið sum éitt gramm CO2. Hetta hóast tøknin verri enn so er klár til at uppfylla krøvini enn. Les ing.dk
Kann doyggja um hon verður kløkkað
10 ára gamla Jennifer Lloyd hevur eina sjáldsama sjúku sum ger at hon kann ikki framleiða adrenalin, og kann tí fara í sjokk um hon verður ov kløkk. Les dailymail.co.uk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 10 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
8 vikur 6 dagar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 17 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani