Heimsins ríkasti maður metir at amerikanskum búskapurin nú er í fríum falli, og fer at fella meira í longri tíð. Les epn.dk
búskapur
Zurich, Wien og Geneve eru bestu býir at liva í
Og Bagdad er í hinum endanum, tá ið tað kemur til "quality-of-living". Við myndum úr býunum. Lesið businessweek.com
Warren Buffett ger íløgur sum eitt konufólk
Og tað er nokk orsøkin til at hann er so ríkur. Ein greining av hansara íløguvanum vísir at hann minnir meira um kvinnuligar íleggjarar enn mannligar, við tað at hann ansar betur eftir og er meira trúgvur yvir fyri sínum íløgum. Les fool.com
Íslendska korthúsið skelvir
Tað gongur ikki longur upp men niður á fíggjarmarknaðinum, og íslendska íløgufelagið FL Group hevur tí mist triðingin av sínum marknaðarvirði á 22 mia síðani juli mánaða. epn.dk
Heimsbúskapurin alt ov uppblástur
Danski Jakob Brøchner Madsen, professari í búskaparfrøði, metir at virðið á partabrøvum fer at minka við 50%, og virðið á húsum við 40%, í heiminum sum heild. Og kanska meira í summum londum. Les epn.dk
Færri og færri skattaparadís
Ein svartalisti hjá OECD hevur minkað listan yvir skattaparadís frá 37 til bara Andorra, Liechtenstein, Monaco og Marshall-oyggjarnar. Les epn.dk
Lesandi læna sum ongantíð fyrr
Danske Studerendes Fællesråd brikslar tí SU fyri at hava eina ófleksibla lániskipan, har lesandi ikki sleppa at lána minni enn 2.483 kr um mánaðin. Les jp.dk
Tykist sum íslendingar vaska pengar í DK
So siga serfrøðingar við Ekstra Bladet Søndag, um íslendsku innrásina í donsk peningaviðurskifti. Teir kalla tað eitt 'loyniligt sterkt og altjóða skattafiflaramodell'. Les jp.dk
Tiger Woods er ein sjálvstøðugur búskapur
Golf-spælarin Tiger Woods hevur sambært Forbes tjent 510 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, og er harvið heimsins best lønta ítróttarfólk. Hartil ávirkar hann økini so nógv har hann vitjar og kappast, at búskaparfrøðingar nú kalla hann eitt 'umvandrandi økonomiskt episentur'. T.d. fingu Ongland og Írland 1,9 mia krónur meira í inntøku av at hann kappaðist í Ryders Cup.Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 12 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 1 tími síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 19 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani