Amerikanskar Stephanie Lenz hevur rennt seg í trupulleikar, tí at hon legði eina video á YouTube av lítla soninum sum dansar til eitt lag hjá Prince á transistaranum. Les zdnet.com
copyright
ES ætlar at taka internetsambandið frá teimum sum taka copyright tilfar niður
Í Frankaríki hava tey longu innført eina lóg, so at tey kunnu nokta teimum at hava internetsamband, sum 3 ferðir hava tikið ólógligt tilfar niður. Les newz.dk
12 ráð um copyright
Áhugaverdur lesnaður, um hvat ið man má og ikki má endurnýta t.d. á eini heimasíðu. Til dømis er tað vanliga í lagi at leggja logo hjá eini fyritøku á síðuna, um tað er viðkomandi fyri tað sum man skrivar. Men hinvegin er eventuellur skaði ikki strikaður bara tí at man tók okkurt copyright tilfar av aftur síðuna. Les dailyblogtips.com
Google tapt sakarmál um at vísa tilfar frá netavís
Belgiska Copiepresse hevur vunnið eitt sakarmál móti Google, um at Google hevur brotið copyright-rættin hjá nøkrum avísum sum Copiepresse verjir, við at vísa yvirskriftir og brot úr greinum á sínum síðum, sum belgisku avísirnar annars kravdu gjald fyri at síggja. Google metir seg hava hildið seg innanfyri lógina, tá ið tað kemur til lógliga endurgávu, men skal nú strika tilfarið innan 24 tímar, ella gjalda dagbøtur á $1.295 fyri hvønn dag eyka. Les theglobeandmail.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani