dálking

Leitaðu eftir Nessie, men funnu bara 100.000 golfbóltar

Skotsk vísindafólk leitaðu herfyri eftir ódjórinum Loch Ness, men funnu bara hundratúsundavís av golfbóltum. Ein stórur trupulleiki í sær sjálvum, við tað at ein golfbóltur tekur millum 100 og 1000 ár at niðurbrótast, við stórum útláti av tungmetallum sum fylgi. Tað verður mett, at einir 300 milliónir golfbóltar vera burturmistir ella blakaðir burtur um árið, bara í USA. Les cnn.com

Eystursjógvurin er deyðasta hav í heiminum

Hetta sigur WWF. Eitt øki á stødd við Danmark er fullkomiliga deytt, og trupulleikin verður bara størri og størri fyri hvørt ár, vegna dálking og taðingarevni. Les ing.dk

Nýggjur nanosvampur kann súgva upp olju og lata vatnið verða eftir

Granskararnir á MIT vóna at kunna gera rímiliga bílig løk at leggja á sjógvin í sambandi við oljulekar. Vansin er at manganoxid sum tey nýta til svampin er rættiliga giftigt. Les ing.dk

Larmurin frá okkum er eisini umhvørvisdálking

Sambært vísindamanninum Bernie Krause, so hava djórasløgini í einum umhvørvi hvør sína tónalegu, so at tey ikki kappast um at verða hoyrd. Men okkara bilar og flogfør og annað leggja seg bara onkunstaðni i 'biofoniini', og eru tí at rokna sum náttúruavlagandi dálking. Les wired.com

Maersk dálkar líka illa sum restina av Danmark tilsamans

Ella umleið sum 9 milliardir bilar. Bara Emma Maersk brennur umleið 200.000 litrar av tungolju um dagin, ella líka nógv sum ein størri danskur provinsbýur (/Føroyar?). Les ing.dk

Luftdálkingin í Danmark er tann næstringasta í Evropa

Faktiskt tann vánaligasta, við tað at tey her tvær ferðir verða nummar tvey, aftanfyri fyrst Luxembourg tá ið tað kemur til dálking frá ferðslu og orkuverkum, og síðani aftanfyri Írland tá ið tað kemur til luftdálking frá grísum og líknandi. Les ing.dk

10 ting sum TÚ kanst gera, til at bjarga heiminum

Punkt 1 er nokk ikki so viðkomandi í Føroyum: at spara uppá vatnið. Men har eru onnur áhugaverd dáta; sum til dømis at tú hevði spart 700 kg av vakstrarhús-gassum um árið, um tú lat bilin standa tveir dagar um vikuna. Les howstuffworks.com

Havfrúutár dálka heimshøvini

Soleiðis kalla tey elalítil petti úr plasti, tynri enn mannahár, sum granskarar meta tað nú finnast eini 300.000 petti av fyri hvønn ferkilometur av havyvirflatu, og eini 100.000 fyri hvønn ferkilometur av sandstrond. Pettini eru nóg smá til at smádjór sum sandormar og loppur eta tey, og granskararnir ræðast tí hvussu kemikaliu í teimum ávirka heilsuna á djórum og menniskjum, so hvørt sum pettini ferðast upp gjøgnum føðiketuna. Les jp.dk

Talið á deyðum økjum í høvunum økist skjótt

ST metir at talið á 'deyðum sonum' í heimshøvunum er farið upp við einum triðingi bara hesi seinastu tvey árini, frá 149 til 200. Hetta eru øki har taðingarevni, kloakk, olja og onnur dálking hevur viðført at ov lítið oxygen er til djóralívið. Les msnbc.msn.com

Reinsa dálkaða jørð við ultraljóði

Avstralsk vísindafólk hava mennt ein máta at reinsa jørð fyri pesticidum o.t., við fyrst at væta jørðina og síðani útseta hana fyri ultraljóð. Tey klára við royndaruppstillingini 1/2 tons um dagin; men ein størri installatión skuldi lættliga kunnað klárað fleiri tons um døgnið. Les ing.dk