Donsku Kristian von Bengtson og Peter Madsen fingu Tivoli til at skrúva Vertigo uppá maksimalu 6.5 G, sum maskinan er før fyri at geva í 20 sekund, til at testa um teir kunnu klára tey G sum teirra ætlaða (privata) rúmdarferð fer at geva. Les ing.dk og sí www.copenhagensuborbitals.com
danmark
Danmark á veg inn í eina søguliga langa kreppu
Fyri fyrstu ferð síðani 2. veraldarbardaga fer Danmark at uppliva 3 ár við fíggjarligari afturgongd, siga danskir serfrøðingar. Arbeiðsloysið fer frá nú umleið 58.000 upp í 170.000, hesi árini. Les epn.dk
Brúk fyri einum vakrum starvfólki?
So finst ein danskur jobportalur til júst tað sama. BeatifulPeople.dk sáldar 3/4 av teimum frá sum vilja hava sín profil á síðuna, tí at tey eru ov ljót, og verður serliga brúkt av sjónvarpsframleiðarum og tílíkum. Les epn.dk
Fitness-fólkini dopa seg
Anti Doping Danmark staðfesti doping í 107 av 482 dopingroyndum á donskum fitness-sentrum í ár, harav umleið helvtin av dopingsyndarunum vóru millum 16 og 25 ár. Les spn.dk
Firefox bannað í summum donskum stovnum
Í nøkrum donskum almennum stovnum, so sum Toll og Skatt, Videnskabsministeriet, IT- og Telestyrelsen og Forsknings- og Innovationsstyrelsen, er bannað hjá starvsfólkum at nýta Firefox, tí KT-umsitarnir velja at tryggja seg við Internet Explorer. Sjáldsagt eru opensource útvegarir alt annað enn nøgdir við avgerðina. Kelda: Computerworld.dk.
Nú kunnu granskararnir máta pínu
Pínugranskarar á Aalborg Universitet hava gjørt sær eitt lítið torturkamar, har tey við hjálp av CAD/CAM kunnu máta hvussu nógva pínu tað gevur at fáa sýru undir húðina, blása ballónir upp í spísirørinum, senda heitt vatn gjøgnum vøddarnar og brenna húðina við lasaraljósi. Ella meira brúkiligt, at kunna máta akkurát hvar pínan er ringast hjá einum fólki við gikt í knænum, til at geva ta optimalu viðgerðina. Les ing.dk, har man eisini sær video av einum (frívilligum) journalisti sum fær húðina brenda.
Danskir bankakundar mistu 1.9 mió vegna netbankaálop, fyrstu hálvu av 2008
Tilsamans 45 álop vórðu framd, og hartil mistu danir 3 milliónir krónur vegna 'phishing', har brotsmennirnir fáa hendur á kreditkortupplýsningar. Les version2.dk
Grind gevur føroyingum Parkinson sjúku
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur í einari kanning staðfest, at tvøst og spik við lutfalsliga nógvum methylkiksilvur og PCB kann elva til Parkinson sjúku. Pál Veihe vísir á, at tað er eitt greitt hagfrøðiligt samband millum Parkinson sjúkuna og dálka grind. Hann mælir tí føroyingum frá at eta grind, men heldur eta fisk.
Aura - ein føroysk-fronsk-sponsk sangkvinna
Hon er at finna á MySpace.
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani