Granskarar í Hong Kong siga seg hava mennt ein máta at kunna goyma dáta í kyknu-DNA, so at éitt gram av E.Coli-bakterium kann innihalda 900 TB av dáta. Tey gera hetta við at umgera talskipanina til fýra virði sum verða umboðað av A, T, C og G í DNA. Goymsla í bakterium er snild, millum annað tí at har er innbygdur redundansur, við tað at kyknurar kopiera upplýsingarnar. Les her á igem.org
dáta
Ikki bara hála geyman ella harðdiskin úr stikkinum
Um privatpersónar missa dáta av geyma ella harðdiski, so skyldast tað í 20% av førunum, at tey hava bara hálað geyman ella harðdiskin úr USB-stikkinum, uttan fyrst at 'avmontera' í stýriskipanini. Dátaini eru tá oftast ikki vekk, men 'bara' ikki skrásett at liggja í goymsluni. Og loysnin er tá at brúka serlig amboð til at finna tey aftur, áðrenn nakað sum helst verður goymt afturat á lutinum. Les version2.dk
2,5 Gbps dátuferð gjøgnum plastikk-káplar
Dáta verða yvirhøvur send gjøgnum kopar- ella (glas)fipur-káplar í dag, men suðurkoreanskir granskarar er tó komnir langt við at gera káplar úr plastikk eisini. newz.dk
Hvussu nógv digitalt dáta varð skapt í fjør?
Ein rúgva. IDC hevur mett um hvussu nógv dáta vórðu skapað og endurskapað í fjør, íroknað myndir, video, teldupostur, heimasíður, chat, telesamrøður o.a. Úrslitið er 161 exabyte, ella 161 milliardir gigabyte, sum eru tað sama sum 12 bókastáplar frá jørðini til sólina, ella 3 milliónir ferðir øll dáta í øllum bókum sum nakrantíð hava verið skrivaðar. Les wired.com
Goyma dáta í DNA
Tað er eydnast amerikanskum granskarum at goyma dáta (tekstin til ein amerikanskan barnasang kallður "It's a small world") í DNA í bakterium, sum teir síðani kundu taka út aftur úr bakterium fleiri ættarlið seinni. Tað vil siga at dátaini sum goymd verða í princippinum liva so leingi sum slagið av veru livir. Les trnmag.com
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani