dell

Dell nú eisini klár við einum Eee Pc líknandi telduhvølpi

Fyribils bara í Windows XP útgávu, meðan Ubuntu Linux teldan fyrst kemur um nakrar vikur. Talan er um eina teldu við Intel Atom Diamondville gerili, 1024x600 skermi og 4, 8 ella 16GB SSD harðdiski (umframt 2GB ókeypis goymslupláss online á Box.Net). Amerikanski prísurin er $399 í XP útgávu, og Linux útgávan kemur so at kosta $349. Les gizmodo.com

Dell á veg við eini Eee PC líknandi mini-farteldu

Hon kemur at eita "mini-Inspiron" og hevur 8,9 tumma flatskerm, innbygt vevkamera, tráðleyst net, kortlesara og Windows XP Home ella Ubuntu Linux, alt fyri undir 500 dollarar 'over there'. Les engadget.com

Dell fer nú at selja Linux-teldur

Dell skipaði herfyri fyri einum 'almennum heilaroki' (brainstorm), til at finna útav hvat fólk ynsktu sær av komandi teldum. 70% av luttakarunum ynsktu sær Linux á telduna, heldur enn Windows, og Dell svarar tí nú at ja, tey fara at arbeiða tann vegin. Les engadget.com

Enn ein DELL fartelda eksploderað, fleiri hundrað máttu evakuerast

DELL farteldan hjá einum starvsfólki hjá Yahoo fór knappliga at brenna so illa, at fleiri hundrað fólk máttu evakuerast úr einum 8 hædda bygningi hjá teimum í Silicon Valley. Við mynd av líkinum. Les engadget.com