Tað er av religiøsum ávum ikki rætt at avrætta kvinnu í Iran sum ikki hevur verið við manni, og hon verður tí fyrst tvangsgift við ein fonsulsvørð kvøldið áðrenn deyðadómurin skal fremjast, og síðani neyðtikin. Sigur ein av teimum sum framdi sovorðið. Les news.com.au
deyðadómur
Fordeiling av avrættingum runt heimin
USA er einasta land í vesturheiminum á listanum, við sínum 37 framdu deyðadómum í fjør. Restin eru lond sum Iran, Saudi Arabia, Kina, Libya, Irak og Norðurkorea. Les jp.dk
Skal heingjast tí hann drakk seg skít og larmaði
Iransk sharialóg sigur at ein persónur kann fáa deyðadóm, um hann (ella hon) drekkur seg fullan fýra ferðir. Les eb.dk
Trælanípu-avrætting í Iran
Tveir iranskir menn eru dømdir til at skula blakast út av einum høgum kletti. Iranska stýrið hevur økt um sínar avrættingar í seinastu, men mótmælini nytta lítið so leingi sum vesturheimurin eisini avrættir. Les jp.dk
Nebraska 'betrar' um elektriska stólin
Carey Dean Moore skal í morgin drepast við éinum stoyti á 2450 í 20 sekund, heldur enn vanligu fýra stytru stoytirnar við skiftandi (men lægri) streymstyrki. Fyrimunurin skal vera at Carey tá heilt víst verður heiladeyður beinanvegin, men veikleikin at hjartað mest sannlíkt byrjar aftur eftir stoytin. Tey hava tí eisini innført eina bíðitíð á 15 minuttir áðrenn tey kanna um hann er deyður, tí tað nokk tekur eina løtu áðrenn hann veruliga doyr. Les eb.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani