Puha, sum fyrsta viðmerking í kjakinum á Digg sigur: "That's it. I refuse to leave the house". Les darkroastedblend.com
deyði
Hoyrdi sína egnu deyðsváttan
Uha, læknin hevði longu staðfest at hann var deyður, foreldrini høvdu sagt farvæl, og tey vóru á veg at taka gøgnini úr honum, tá ið hann endiliga fekk flutt annan fótin. Les jp.dk
Hjáárin av heilivági sjeyndi størsti drepari í Svøríki
Ein svensk kanning staðfestir at út av 1.574 deyðsføllum vóru minst 3% vegna heilivágin sum fólk tóku. Serliga sovorðið sum bløðingar vegna blóðtynnandi heilivág sum aspirin og warfarin. Les ing.dk
Fólk trívast betri við at verða dripin, enn at drepa, í telduspølum
Finskir granskarar kannaðu hvussu fólk stressaðu av at spæla telduspæl. Tað vísti seg at tey yvirhøvur stressaðu, men slappaðu tá ið tey doyðu. Hetta ljóðar nokk so øvut, men sum onkur skrivar her, so er tað kanska tí at stríðið at yvirliva tá endiliga lætnar. Les newz.dk
Hvussu følist tað at doyggja?
Vit finna øll útav tí uppá eitt ella annað tíðspunkt; men her er frásøgn frá nær-deyð yvirlivandi, um hvussu teir mest vanligu mátarnir følast. Les newscientist.com
Børnini KUNNU verða tín deyð
Ein kanning í Proceedings of the National Academy of Science staðfestir nú, at tess fleiri børn fólk hava, tess vánaligari er heilsan, og tess størri er vandin fyri at doyggja tíðliga. Serliga hjá mammunum. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 9 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
2 vikur 3 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 6 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani