diabetes

Venjing heldur enn insulin ?

Ein bólkur av granskarum á Københavns Universitet er í ferð við at kanna, hvussu lítil venjing ein skal gera til at mótvirka typu 2 diabetes, við støði teimum ráðum sum hesir sjúklingar fáa frá sínum læknum, at eta sunt og venja meira. Tí hava tey sett 20 mans í aldrinum 40 til 60 ár at venja stutt men hart í nakrar vikur, hvørja ferð 10 x 1 minutt skjótt á kondisúkklu.

"Vi skal forsøge at finde ud af, hvor lidt træning man kan slippe af sted med. Nogle patienter har nemt ved at komme i gang med at dyrke motion, men der er stadig mange, som er svære at nå. Den gruppe kan måske lokkes i gang, hvis de kan nøjes med at træne 10 minutter og stadig få en stor effekt"

Hugga Spins

Les fpn.dk, Image courtesy of Hugger Industries, cc by-nc-sa 2.0

Dálka grind elvir til diabetes 2

Nýggj donsk kanning vísir, at gamla manna sukursjúka ikki bert kemur av ósunnum livihátti, men at dálking í mati eisini kann elva til diabetes 2. Phillipe Grandjean úr Syddansk universiteti hevur kannað føroyingar, ið ofta eta grind. Niðurstøðan í kanningini er, at dálka grind økir um vandan at fáa diabetes 2.

Arne List

Les meira á dr.dk.

Superkakao frá Mars styrkir um blóðrenslið hjá sukursjúkum

Ja so hava vit hoyrt tað við. Týskir og amerikanskir granskarar hava við stuðli frá sjokolátaframleiðaranum Mars mennt eitt nýtt slag av kakao, sum er heilsubót hjá diabetikarum. Les ing.dk

Stress og happing kann geva sukursjúku

Ein kanning hjá Karolinska í Stockholm bendir á at vandin er tvær til fimm ferðir so stórur fyri at fáa sukursjúku, um man hevur ilt í sálini vegna stress, depressión, happing o.t. Vandin er líka so stórur sum um man ikki rørir seg, og næstan líka stórur sum um man vigar ov nógv. Les jp.dk

Svøvnmangul kann føra til fiti og sukursjúku

Gransking í Bretlandi og Danmark bendir á at ov lítil svøvnur førir til yvirvekt. Lin fólk hava lítlan hug at gera ítrótt, og vita verri um tey eru svang ella ei. Granskararnir hava hartil ein varhuga av at svøvnmangul kann føra til sukursjúku, við tað at sukursjúk fólk yvirhøvur sova verri enn onnur. Les jp.dk