Funnið á Flickr:
djór
6 djór sum drepa teg nærmast uttan at tú ánar tað
Puha, sum fyrsta viðmerking í kjakinum á Digg sigur: "That's it. I refuse to leave the house". Les darkroastedblend.com
Ragnarok setti nýtt lív í Jørðina
Ein torusteinastormur oyddi meira ella minni alt lív á Jørðini fyri 440-490 milliónir árum síðani; men nakrar fáar, sterkar verur yvirlivdi og fylltu út allar nichur, so at lívið innan stutta tíð gjørdist meira fjølbroytt djórameingi enn áðrenn. Lívið er upp á sín vís í vegin fyri enn meira lív. Les ing.dk
Fyrstu 30.000 djór skrásett í Encyclopedia of Life
Tey høvdu eitt sindur av trupulleikum við at fáa ambætararnar at yvirliva teir fyrstu dagarnar, men nú eru so tey fyrstu 30.000 djórini skrásett í alheims djórafrøðini. Les thedailygreen.com
Ein GPS fartelefon til hundin
Pets Call frá PetsMobility ger tað gjørligt at 'geofence'a hundin til eitt øki, so at hann fær elektriskan stoyt um hann fer út um mark, umframt at tú við GPS altíð kann finna hann, og stýra hann heim við innbygdu fartelefonini. Les epn.dk
Puha, ódjór finnast
'Frilled shark' er okkurt slag av djúphavshávi, sum veruliga fær ein at trúgva uppá ódjórið í Loch Ness. Við mynd. Les dailymail.co.uk
Eol.org skal lýsa øll heimsins djór
Ætlanin er at Encyclopedia of Life skal flokka og lýsa øll heimsins djór við teksti, myndum, video, ljóði, dna og øllum møguligum øðrum, á ein hátt so at bæði skúlabørn og lívfrøðingar fáa nyttu burtur úr tilfarinum. Demosíðurnar síggja longu rættiliga áhugaverdar út. Les nwfdailynews.com
Hví sær man ongantíð dúgvuungar ?
Svarið er tí at tær krógva reiðrini væl, og ikki lova ungunum út fyrr enn teir líkjast foreldrunum næstan fullkomiliga. Les discovery.com
Dunnugenitial verja móti neyðtøku
Dunnan hevur eina reina labyrint at finna runt í, við blindvegum og snaringum og øllum møguligum. Harvið má hon vera avslappað, um steggin skal kunna brunda hana. Og um tað skuldi borið til at brundað hana við neyðtøku allíkavæl, so hevur viðkomandi allarhelst nóg góð gen til at tað loysir seg. Les cosmosmagazine.com
Norðkoreanar skulu mettast við monsterkaninum
Týski Karl Szmolinsky er farin at selja kaninur til Norðurkorea, eftir at tað eydnaðist honum at ala nakrar risastórar útgávur av teimum. Hann skal eisini til Norðurkorea at læra koreanar at hava kaninur. Tað kunnu fáast heili 7 kilo av kjøti av eini av hesum kaninum, og við tað at éin kanin verður til 60 uppá eitt ár, ... Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
1 vika 13 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
9 vikur 2 tímar síðani
9 vikur 2 dagar síðani
10 vikur 20 tímar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
12 vikur 3 dagar síðani
13 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 5 dagar síðani
15 vikur 6 dagar síðani