Granskarar í Hong Kong siga seg hava mennt ein máta at kunna goyma dáta í kyknu-DNA, so at éitt gram av E.Coli-bakterium kann innihalda 900 TB av dáta. Tey gera hetta við at umgera talskipanina til fýra virði sum verða umboðað av A, T, C og G í DNA. Goymsla í bakterium er snild, millum annað tí at har er innbygdur redundansur, við tað at kyknurar kopiera upplýsingarnar. Les her á igem.org
dna
Darwinisman er møguliga bara ein fasa í evolutiónini
Granskarar á University of Illinois halda at darwinisman er kanska bara tann núverandi fasan í evolutiónini, har tann genetiska kotan hinvegin varð skapað við 'horisontala evolutión'. Altso at ílegumenningin kom av at verurnar fingu ílegur frá øðrum samstundis livandi verum runt um seg, heldur enn við at arva frá foreldrum sínum. Les newscientist.com
Finn tín perfekta partnara við DNA-analysu
"Dating" tænastur sum ScientificMatch og Sense2Love.com bjóða tær nú at finna perfekta partnaran til tín, við at matcha tíni DNA við tey hjá øðrum á tænastuni. Teoriin er, at vit fyritrekkja luktin og alt annað hjá partnarum sum hava ørvísi immunsystem enn vit sjálvi, til at fáa sterkari børn. Les gizmag.com
Tað er gjørligt at falsa DNA
Ein og hvør við grundleggjandi vitan um og útgerð til polymeraseketureaktión, mýlkloning eller heilgenomforsterking, kann gera óavmarkaðar nøgdir av syntetiskum DNA, at koyra á lutir, í menniskju ella á brotsgerðarstað, sigur eitt lið av ísraelskum granskarum í nýggjari kanning. Og tað ber ikki til at síggja mun á syntetiskum ella náttúrligum DNA, við núverandi greiningarteknikkum. Les ing.dk
'Livandi dinosaurur' mennist skjótari enn nakað annað djór
Nýsælendskir granskarar hava uppdagað, at hóast 'livandi dinosaururin' tuatara ikki hevur broytt útsjónd í ógvuliga langa tíð, so broytist hann skjótari enn nakað annað djór á DNA niveau. Les sciencedaily.com
Eineggjaðir tvíburðar eru ikki heilt so eins sum vit hildu
Kanningar av DNA frá 19 tvíburðapørum vísa smáar munir í kromosomunum. Harvið kann tað altso verða vegna ílegur heldur enn umhvørvi at summir eineyggjaðir tvíburðar fáa t.d. Parkinson's sjúku uttan at hin fær tað. Les sciencedaily.com
Granskarar skulu kunna google'a eftir ílegum
Google og ein norskur datateknikari eru á veg við leititøkni so at granskarar kunnu leita á alnetinum eftir teimum ílegum og proteinum sum til dømis geva krabbamein. Les ing.dk
Goyma dáta í DNA
Tað er eydnast amerikanskum granskarum at goyma dáta (tekstin til ein amerikanskan barnasang kallður "It's a small world") í DNA í bakterium, sum teir síðani kundu taka út aftur úr bakterium fleiri ættarlið seinni. Tað vil siga at dátaini sum goymd verða í princippinum liva so leingi sum slagið av veru livir. Les trnmag.com
Nobel-vinnarin Francis Crick var dopaður av LSD tá ið hann og James Watson uppdagaðu DNA
Tað viðgekk hann sjálvur, áðrenn hann doyði í 2004, og segði enntá at smáu dosurnar av LSD hjálptu honum at hugsa klárari. Les mayanmajix.com
Nýggjar viðmerkingar
2 dagar 5 tímar síðani
2 dagar 14 tímar síðani
1 vika 3 dagar síðani
2 vikur 1 dagur síðani
3 vikur 14 tímar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 4 dagar síðani
4 vikur 5 dagar síðani
5 vikur 11 tímar síðani
8 vikur 5 dagar síðani