doping

Vøddar minnast farna styrki

Nýggj norsk gransking staðfestir nú, at um tú vart sterkur fyrr, so fært tú skjótt styrkina aftur, og varðveitir hana eisini í aldurdóminum. Hetta tí at vøddakyknurnar varðveita økta talið av vøddakjarnum eisini leingi eftir at tú ert hildin uppat at venja, har man fyrr helt at kjarnutalið minkaði rættiliga skjótt eftir at venjingin minkaði. Granskingin bendir altso á, at tað loysir seg at venja styrki á ungum árum, um ein vil umganga at verða ov veikur sum gamalur. Og hon kann ávirka dopingreglurnar, við tað at økt styrki frá doping eftir øllum at døma verður varðveitt leingi eftir at ein møgulig karantena er lokin. Les fpn.dk

Granskari heldur seg kunna staðfesta blóðdoping við egnum blóði

Olaf Schumacher frá universitetinum í Freiburg heldur seg kunna staðfesta um blóð hevur verið goymt, við tað at hvítu blóðkyknurnar leggja á gamla blóðið, á ein hátt sum hann kann staðfesta við test. Les ing.dk

Armstrong var dopaður, sigur dopingserfrøðingur

"De mange bøger, hvor vidner sætter ham i forbindelse med doping, de positive epo-prøver fra 1999, som den franske sportsavis, L'Equipe, skrev om i 2005. Og så det faktum at alle omkring ham var dopet, og så skulle han være den eneste, der ikke var – det er svært at tro på," siger Parisotto.

Han tilføjer, at de resultater, der viste, at amerikaneren var dopet i 1999, ud fra et videnskabeligt synspunkt må betragtes som valide.

"Og de anvendte metoder var også valide. Det er entydigt, at spørgsmålstegnet, betænkelighederne ved, om Armstrong virkelig var dopet, er mere af juridisk art end videnskabelig. Der er altså videnskabelige beviser på, at han var dopet i 1999, at han tog epo dengang. At benægte det, ville være at lyve."

Les spn.dk

Heilt fótbóltslið á Kypern tikið fyri doping

13 fótbóltsspælarar á APOP Kyniras í kypriotisku fyrstudeild eru nú saman við leiðarum og læknum sínum ákærdir fyri doping við steroidunum oxymesterone og methyl-testosterone, í sambandi við at fyrst tveir vóru staðfestir at hava dopað seg, og at felagið sum heild síðani varð kannað. Les spn.dk

(Nakrir) granskarar ynskja at lesandi skulu kunna dopa seg áðrenn eksamiu

Heilivágur sum Ritalin og Adderall, sum verður brúktur til fólk við ADHD (DAMP) og líknandi sjúkum, hevur tann bivirkning at fólk minnast og hugsa betri. Hann er ólógligur innan ítrótt, men nú tala granskarar fyri at tað skal verða lógligt at brúka sovorðið í skúlaeksamium, so leingi sum tað ikki er heilsuskaðiligt. Les ing.dk

Fitness-fólkini dopa seg

Anti Doping Danmark staðfesti doping í 107 av 482 dopingroyndum á donskum fitness-sentrum í ár, harav umleið helvtin av dopingsyndarunum vóru millum 16 og 25 ár. Les spn.dk

Allar OL dopingtestir skulu nú kannast av nýggjum

Ein nýggjur háttur at testa fyri EPO-evnið 'Cera' hevur longu fangað tveir súkklarar afturat frá Tour de France í ár, og IOC fer tí at kanna allar prøvar frá OL av nýggjum. Les eb.dk

Danskur fjallasúkklumeistari knallaður fyri doping

Og hesu ferð er tað ein (medisin-lesandi) sum torir at standa við tað sum hann hevur gjørt. Les spn.dk

Ítróttarfólk brúka viagra sum 'doping'

Tvs. tað er ikki á dopinglistanum hjá WADA enn, men kanningar við súkklarum benda á at Viagra kann vaksa um konditiónina við upp til 40%. Endiliga ein umbering fyri at fangast við Viagra... "eg venji til Oyggjaleikir" :-) Les ctv.ca

EPO dopingtestirnar rigga (næstan) ikki

8 lesandi á Københavns Universitet fingu EPO til teirra úthaldni var vaksið við upp til 50%, og sendu so urinroyndir til tvær rannsóknarstovur hjá WADA. Onnur fann einki EPO, og hin fann tað bara í helvtina av royndunum. Les ing.dk