Nýggja tænastan "Start Forfra" er ein samanrenning av vanligum sjónvarpi og video-on-demand, har hyggjarar við digitalum dekodarum kunnu velja at síggja sendingar frá byrjanini av, hóast tær longu hava koyrt eina løtu. Les newz.dk
dr
Teppi til starvsfólkini, tí at (nýggi) DR-bygningurin er so ótættur
Nýggi DR-býurin kostaði 60% meira enn ætlað, ella 4,7 milliardir tilsamans, og tó so fáa starvsfólk nú fleece-teppi at balla seg í á arbeiðsplássinum, tí at gjósturin er so ógvusligur. Les ing.dk
Danmarks Radio hevur slettað tað mesta av tí gamla
TV avísirnar finnast bara frá 1984 og fram, og t.d. tær vældámdu 'Ingrid og Lillebror' barnasendingarnar frá 70-unum finnast bara í heilt fáum førum. Hetta tí at man fyrr hugsaði meira um at endurnýta bondini, enn at goyma mentanarsøguna. Les jp.dk
DR byrjað at blogga við open source Wordpress heimasíðuskipan
Ein snildur nørdur á Ingeniøren hevur granskað eitt sindur í nýggju blog-tænastuna hjá Danmarks Radio (http://www.dr.dk/DR1/TVAVISEN/blogs/), og staðfestir at talan er um open source heimasíðuskipanina Wordpress. Møguliga (allarhelst) modifiserað rættiliga nógv. Eitt gott prógv er at hann fann hesa standard innlegging av Wordpress, á navnaøkinum hjá DR: http://bgi.dr.dk/blog/ Les dr.dk
DR og DR2 senda nú Live á netinum
Danmarks Radio byrjaði í gjár at senda sítt tilfar 'live' á internetinum, soleiðis at man kann síggja allar sendingar uttan seinking. Hartil fara tey at senda eyka tilfar serliga til internet-síggjaran, so sum norðurlendska meistaraheitið í Battlefield 2 og Counterstrike, ið verður síðst í oktober. Les jp.dk
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 8 tímar síðani
5 dagar 17 tímar síðani
2 vikur 2 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 5 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani