eee pc

Eee Top er telda við øllum í einum (touch-)skermi

Asus er nú á veg við einum Eee PC kallað "Eee Top", har alt uttan tastatur og mús er innbygt í einum 16" skermi. Og skermurin er enntá trykk-følsamur. Les hardwarezone.com og sí video niðanfyri

Nú ber til at bíleggja Asus Eee PC 900 frá Elgiganten

www.elgiganten.dk. Talan er um útgávuna við 8,9" skermi og Windows XP, 1 GB RAM og 16 GB flash-harðdiski, fyri 2999 krónur. Expert ætlar sær eisini at selja telduna frá 28. juli, í útgávuni við Linux heldur enn Windows XP, fyri 2499 krónur. Les newz.dk

ASUS lanserað borðútgávu av Eee PC

Eee Box B202 er týðiligvís ein kappingarneyti til Mac Mini, við Intel Atom N270 prosessara (1.6GHz), 1-2 GB RAM, GMA 950 grafikk, tráðleyst net og 80-160 GB harðdisk. Stýriskipanin er Linux ella Windows XP. Les pcmag.com

Dell á veg við eini Eee PC líknandi mini-farteldu

Hon kemur at eita "mini-Inspiron" og hevur 8,9 tumma flatskerm, innbygt vevkamera, tráðleyst net, kortlesara og Windows XP Home ella Ubuntu Linux, alt fyri undir 500 dollarar 'over there'. Les engadget.com

Eee PC 900 er fyrsta XP telda við multi-touch

Nýggja mini-farteldan frá Asus fær heilt góð ummæli frá CNet, m.a. tí at man kann zooma inn við at klípa fingrarnar saman á 'trackpad'inum. Les cnet.co.uk

CLT og Intel á marknaðin við Eee PC kappingarneytum

Intel lanseraði herfyri Classmate 2, sum er ultrabílig fartelda serliga ætlað børnum, og síðani kom CLT nú við 2go PC Netbook. Les engadget.com

Næsta Eee PC fær touchscreen og kanska GPS

Ikki eiti á. Les engadget.com

Asus Eee PC kemur IKKI til Danmarkar í apríl

Orsøkin er at lítla farteldan selur so væl í teimum londum har hon longu kann keypast, at tey ikki hava lutir til at víðka til Danmarkar eisini. Samstundis er ein nýggj útgáva á veg, við 9 tumma skermi har hin hevur 7. Les newz.dk

Indiskur Eee PC kappingarneyti kostar bara 1700 kr

Indisku HCL koma nú við eini farteldu við 7 tumma skermi, tráðleysum interneti, stýriskipanini Linux og (flash?-)harðdiskum upp til 80 GB. Grundútgávan kemur at kosta 1700 kr (í India), ella yvir 4000 kr um tú vilt hava Windows í staðin. Les ing.dk

Asus Eee PC er størsta succés hjá teimum nakrantíð

Lítla og serstakliga bíliga farteldan selur betri enn nøkur onnur vøra frá Asus nakrantíð. Les linuxloop.com