Elgólvhiti, plasmaskermar, spæliteldur og akvarium eru tól sum brúka túsundavís av krónum í ravmagni um árið, uttan at vit hugsa um tað. Les fpn.dk
el
Hackaðu elkervið upp á minni enn ein dag
Ein amerikanskur elveitari bað eitt lið av hackarum um at royna at sleppa inn á kervið, men máttu skjótt biðja teir lata verða aftur, tí tað gekk yvir allan forvæntning. Les version2.dk
Skapa streym burtur úr blaktrandi klæði
Granskarar á Georgia Tech hava mennt nakrar nanogeneratorar so at tú ein dag kanska kann fáa streym frá flaggstongini hjá tær, frá klæðunum á kroppinum ella øðrum sum flytir seg ella ristist. Ein trupulleiki beint nú er tó at tøknin ikki tolir vatn. Les ing.dk
Tá ið elmátarin koyrir aftureftir
Í summum amerikanskum statum eru íbúgvarnir so mikið heldigir, at teir ikki bara sleppa frítt at seta upp solorku og vindmyllur, men eisini tjena (ella spara) pengar tá ið yvirskot er í framleiðsluni. Tá fer teirra orka aftur í elkervið, og elmátarin koyrir tí aftureftir. Orsøkin til at tey sleppa hetta, er sjálvsagt fyri at fáa so nógva grøna elframleiðslu í statirnar sum gjørligt. Les ibtimes.com
Nýggjar viðmerkingar
5 dagar 8 tímar síðani
5 dagar 17 tímar síðani
2 vikur 2 tímar síðani
2 vikur 4 dagar síðani
3 vikur 3 dagar síðani
3 vikur 6 dagar síðani
4 vikur 5 tímar síðani
5 vikur 1 dagur síðani
5 vikur 3 dagar síðani
9 vikur 1 dagur síðani